Ein vitjanardepil við Gomlurætt skal samskipa alla ferðavinnuna á vestursíðuni á Suðurstreymoy og í Hesti og Koltri, og vera savningarstað hjá teimum ferðafólkum, sum leita til Kirkjubøar serliga, men eisini hjá teimum, sum ynskja at uppliva tað ómetaliga náttúruvakra umhvørvi fram við Hestfirði, bæði á sjógvi og landi, í bø og haga, til fjals og í fjøru, á skipaðan og tryggan hátt. Uppgávan hjá vitjanardeplinum er eisini at leggja soleiðis til rættis, at virksemið av ferðavinnuni ikki er til ampa fyri lokalsamfelagið.
Søgan og náttúran
Er tað nakað, sum ferðafólk í dag leita eftir og ynskja at uppliva í verki, so er tað søgan og tann fría, óspilta náttúran. Fáastaðni í Føroyum ber til at samantvinna søguna, fornminnini, og ta fríu og vøkru náttúruna so væl sum við hesar nevndu leiðir sum við Gomlurætt, stutt norðan fyri bygdina Kirkjubø.
Vitjanarmiðdepil heiman fyri Reyn
Ein vitjanarmiðdepil, sum kann fevna um alt økið heiman fyri Kirkjubøreyn, ið kann taka sær av at samskipa alla ferðavinnuna og ferðafólkastreymin í bygdunum heimanfyri Reynið, sum eru Kirkjubøur, Velbastaður, Syðradalur, Hestur og Koltur hevði verið ein fongur fyri alla kommununa og alt landið. Ein vitjanarmiðdepil fyri hetta øki kundi lyft hesa tungu uppgávu, sum tað er at reka ferðavinnu á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og harumframt fingið lív aftur í smáplássini vestan fyri Reynið.
Stórir menningarmøguleikar
Gamlarætt er eitt stórt menningaraktiv í ferðavinnuhøpi fyri Tórshavnar kommunu, og tí ræður um at bera seg rætt at, nú umstøður og viðurskifti við Gomlurætt broytast munandi, tá koyrandi verður til Sandoynna. Hugsa vit um ferðavinnu, sum veruliga vil nakað, og sum munar og leggur nakað av peningi eftir seg, so mugu vit skapa karmar og góðar umstøður at reka ferðavinnu, uttan at hon ger seg inn á náttúruna og tey fólkini, sum búgva í bygdunum á hesum nógv eftirspurdu plássum. Í øllum hesum eru góðir karmar, samskipan og greiðar leiðreglur lykilin til tær bestu loysnirnar.
Ein fyriskipanarligur depil
Ein vitjanarmiðdepil við Gomlurætt, sum tekur sær av at samskipa tey ymisku tilboðini, kundi verið ein munagóð loysn á teimum størstu trupulleikunum, sum í dag standast av ferðavinnu í hesum øki, eina mest tá talan er um bygdina Kirkjubø. Við einum vitjanarmiðdepli við Gomlurætt hevði væl borið til at minka munandi um ferðslutrýstið á farleiðina til Kirkjubøar, samstundis sum streymurin av ferðafólki til Kirkjubøar kundi verið skipaður og stýrdur skilabetri enn hann verður í dag.
Ein upplivingardepil
Vitjanarmiðdepilin skal ikki bara vera sum ein hvør onnur kunningarstova, ið bert tekur sær av at kunna um verandi tilboð til ferðafólk. Vitjanarmiðdepilin skal eisini vera ein uppliving í sær sjálvum. Tað er umráðandi, at tann vitjandi kann uppliva eitt nú fornminnini í Kirkjubø, á Velbastað, úti í Hesti og í Koltri, umframt søguna og umstøðurnar hjá hesum plássum, við myndum, filmum, ljóði og teksti. Vitjanardepilin skal kunna taka ímóti ferðafólkahópum, sum koma við bussi, smærri ferðaløgum og einstaklingum. Vitjanardepilin skal eisini vera eitt áhugavert vitjanarstað hjá føroyingum, sum ynskja at vita meira um fornminni, søgu, landbúnað, veiðu og náttúru í hesum øki, sum liggur mitt í Føroyum.
Dygdargóð og nútímans miðling av søgu og náttúru
Tað snýr seg um at stíla høgt, tí kring okkum hava vit okkara týdningarmestu fornminni, mentan og søguligu hendingar. Ein vitjanarmiðdepil av hesum slag verður ikki liðugt bygdur eftir stuttari tíð, men til ber at leggja soleiðis til rættis, at arbeitt verður í stigum. Umráðandi er at hava málið klárt og meitlað í bergið áðrenn farið verður í gongd. Tann týdningarmesti parturin í einum vitjanarmiðdepli sum hesum er miðlingin av søguni, og tí eigur Tjóðsavnið at vera við í fyrireikingunum frá byrjan av.
Miðlingin fer fram í einum bygningi, sum er gjørdur til endamálið, sum eitt virtuelt savn, ið er sett saman við myndum, grafikki, filmum, ljóði og teksti.
Við miðlingini gerst vitjanarmiðdepilin eitt portur til tær nógvu og áhugaverdu upplivingarnar í økinum, sum tey vitjandi verða leidd ígjøgnum við føroyskum ferðaleiðarum áðrenn tey fara til Kirkjubøar at uppliva tey veruligu fornminnini, søguna og umhvørvið.
Nógv og fjølbroytt tilboð til ferðafólkini
Umframt sjálva miðlingina av søguni, fornminnunum og náttúruni í økinum, skal vitjanarmiðdepilin virka sum kveikjandi liður fyri alt ferðavinnuvirksemi í økinum heiman fyri Reynið. Ferðavinnutilboðini í økinum eru nógv og tey eru fjølbroytt. Tey kunnu vera á landi, til fjals, í fjøru, á sjógvi, í bjørgum o.s.fr., tey kunnu vera innan landbúnað og veiðu, mentan, list, tónleik, sang, kvøðing o.a.
Minni ferðslutrýst í Kirkjubø
Leingi hevur verið tosað um at fáa eina loysn á ferðslutrupulleikanum, sum stendst av teimum nógvu ferðafólkavitjanunum í Kirkjubø. Umframt sjálvan vitjanarmiðdepili, eigur at verða gjørd ein gøta fram við bakkanum frá Gomlurætt til Kirkjubøar, hagar fólk kunnu ganga ella súkkla, um tey hava hug til tað. Ein vitjanarmiðdepil við Gomlurætt kann eisini standa fyri at skipa ferðsluna við ferðafólki til Kirkjubøar við smærri bussum ella bilum, sum ikki fylla eins nógv á vegunum, sum teir stóru ferðafólkabussarnir gera. Samstundis hevði hetta verið inntøkuskapandi virksemi fyri tey, sum hava hug at reka ferðavinnu í økinum.
John Dalsgarð, valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu
##med2##
Gongutúrur suður eftir Kambinum við Sólarmagni 2. hvítusunnudag 2020.
##med3##
Útsýni av Kambinum yvir oyggjarnar vestanfyri – Trøllhøvdi, Hestur, Koltur og Vágar.
##med4##
Gamlarætt við Hesti, Koltri og Vágum í baksýni.
##med5##
Kirkjubøur – eitt tað mest søguliga og mest vitjaða ferðamálið í Føroyum.















