Millum tey vitjandi var Edvards Ratnieks, varaborgarstjóri í lettiska høvuðsstaðnum Riga.
Umboð fyri Tórshavnar kommunu greiddu frá um kommununa, um eldra økið og ymsu tilboðini til eldri í Tórshavnar kommunu. Eisini varð greitt frá um sosiala økið og hvussu kommunan arbeiðir við børnum við sosialum avbjóðingum.
Umboðini úr Letlandi greiddu frá um Letland og hvussu tey arbeiða á kommunala økinum.
Gestirnir úr Letlandi steðga eina góða viku í Føroyum.
##med2##












