Hin býarparturin í Havn tá – kallaðist »úti í Havn«. Tað var har úti, sum kirkjan stóð, áðrenn nýggja kirkjan – Havnar kirkja – varð bygd uttan fyri býin í 1788.
Á skránni Mentanarnáttina er ein túrur í hesum lítla partinum av gomlu Havnini, og verður tað Eirikur Lindenskov, sum fer at greiða eitt sindur frá um húsini, um umhvørvið, um fólk, ið hava búð har – og eisini gloppar hann dyrnar, so fólk kunnu síggja heimið hjá Beintu – ella Barbaru, sum Jørgen-Frantz Jacobsen kallaði hana í skaldsøguni. Tann veruliga Beinta – doypt Bente Christine Broberg, varð fødd í Nýggjustovu í 1667, og har vaks hon upp, áðrenn hon frá 1695 - 1706 giftist trimum prestum.
Hálva aðru øld seinni vaks faðirin hjá skriftmáli føroyinga, V. U. Hammershaimb, upp í somu húsum, sum seinastu fleiri hundrað árini hava hýst hundraðtals fólkum.
»Sjáldsaman anga av kamfertræ,?rosinum og finskari tjøru…«. Soleiðis yrkir Hans Andreas Djurhuus um Gongina. Hann vaks upp í Áarstovu, ovast í Gongini, og Havnará tutlaði beint undir kamarsvindeyganum.
Tað er so týðuligt, at áin og umhvøvrið »heima í Havn« hevur verið íblástur í nógvum av skaldskapi hansara. Hann skrivaði eisini aðru skaldsøguna, sum kom út á føroyskum í 1927, Beinta – sum eisini byggir á søgnina, sum Jørgen-Frantz Jacobsen brúkti til skaldsøguna um Barbaru, sum kom út í 1939.
Eirikur Lindenskov keypti Nýggjustovu í 1988, og hann hevur sjálvur restaurerað húsini, sum eru friðað sum fornminni. Hann er eisini í ferð við at umvæla grannahúsini Baianstovu og Kamarið – og tá verkætlanin hjá honum »heima í Havn« er liðug, hevur hann eisini umvælt báðar Dandastovurnar.
Tá verða øll hesi gomlu húsini brædd við finskari tjøru og flagtakt.