Í døgunum 22. til 28. sept vitjar Luthersk Missionsforenings Højskole (LMH) í Føroyum. Hetta er ein háskúli, sum navnið sigur, í verður rikin av Luthersk Missionsforening. Skúlin er ein kobineraður háskúli og bíbliuskúli. Teir flestu næmingarnir eru ungdómar í aldrinum 17 til 26 ár.
Skúlin ger hvørt hálvár ein "stórtúr", sum hann verður róptur. Vanliga gongur leiðin suðureftir, men í ár hevur skúlin avgjørt at leggja leiðina norðureftir, nevniliga til Føroyar.
Hetta er sjálvsagt ikki uttan grund. Á skúlanum, sum hevur 78 ár á baki, hava gjøgnum tíðir-nar gingið nógvir føroy-ingar, og vil skúlin tí við hesum túri eisini vísa næmingunum frá Føroyum sítt takksemi fyri teirra leiklut á skúlanum. Hetta verður m.a. gjørt við at skipa fyri einum næminga-kvøldi, sum verður týskvøldið kl. 20 í Leguhúsinum í Nesvík, fyri allar teir næmingar, sum hava gingið á skúlanum.
Eisini kemur skúlin at virka við til møtir kring landið. Leygardagin verða tey í Klaksvík har møti verður í Christianskirkjuni kl. 20. Somuleiðis kemur fyristøðumaðurin á skúlnum, Hans Erik Nissen, at virka við til gudstænastuna í Christianskirkjuni sunnudagin. Sunnukvøldið kl. 19 verða tey til møti í missiónshúsinum á Toftum, og mikudagin kl. 20 verða tey í missiónshúsinum í Leirvík og á Strondum. Tey enda møtirøðina hóskvøldi kl. 20 í Meinigheitshúsinum í Havn.
Við á túrinum hevur skúlin eitt kór, sum kemur at virka við til møtini.
Á holdinum, sum kemur til Føroyar, eru 54 næmingar og 6 lærarar. Tey fara avstað aftur við flogfari fríggjadagin 28. sept.
Um tú vilt vita meira um skúlan, kanst tú vitja heimasíðuna:
www.lmh.dk










