Vitjan av 3a í Tvøroyrar skúla

Hósdagin 12. oktober høvdu vit í Miðlahúsinum vitjan av 3a í Tvøroyrar skúla.

Børnini komu til Havnar um morgunin og fóru suður aftur sama dag. Tey vitjaðu heystfagnaðin á Náttúrugripasavninum, svumu í Svimjihøllini í Gundadali og hugdu at djóragarðinum hjá Peturi Nolsøe á Ternuryggi. Síðan vitjaðu tey í Miðlahúsinum, og sóu hvat húsið verður nýtt til.
 
Tað var foreldrabólkurin í flokkinum, sum skipaði fyri túrinum, og fleiri av foreldrunum vóru við.