Vitjaðu umborð á Norðborg

Lesandi dáma væl at koma umborð á skip og síggja, hvussu tað, tey dagliga lesa um, virkar.

Hósdagin 10. mars var M4 (maskinmeistaraflokkurin) á Vinnuháskúlanum á vitjan umborð á Norðborg, sum tá lá við bryggju í Havn.

 

- Lesandi dáma altíð væl at koma umborð á skip og síggja, hvussu tað, tey dagliga lesa um, virkar í gerandisdegnum. Maskinmeistarar og onnur umborð gera sær ómak at greiða frá.

 

Á síni heimasíðu sigur Vinnuháskúlin, at saman við teimum lesandi umborð á Norðborg henda dagin vóru Claus Thomsen, Poul Kristian Henriksen og Ólavur Joensen, lærarar.