Fríggjadagin vóru umboð fyri Nes kommunu og vitjaðu dagstovnar í Klaksvík.
Tað var borgarstjórin, Súni í Hjøllum, sum var á odda fyri umboðunum hjá Nes kommunu.
- Vitjað varð á tveimum dagstovnum í Klaksvík. Endamálið var at kunna seg um møguleikar í samband við dagstovnabygging.
Í Klaksvíkar kommunu, sum var vertur fyri umboðunum úr Nes kommunu, siga tey, at ferðalagið var á gátt í útibarnagarðinum Fjallafípuni og í dagstovninum, Baldursbrá á Norðoyri.
Ørindini vóru at síggja tveir teir nýggjastu dagstovnarnar í Klaksvíkar kommunu.
Fyri Klaksvíkar kommunu var tað Eyðstein Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, sum greiddi frá saman við dagstovnaleiðslunum og umboðum fyri umsitingina.