Í gjár var borgarstjórin Heðin Mortensen boðin umborð á skúlaskipið Danmark saman við øðrum gestum.
Nógvir gestir og fyrrverandi føroyskir næmingar vitjaðu umborð. Av hesum var Poul Mohr tann elsti, hann var við skúlaskipinum beint eftir kríggið, men eisini vóru menn sum Árni Dam og Jens Peter Arge, fyrrverandi tryggingarstjóri.
Hetta var ein sera áhugaverd løta. Tórshavnar býráð hevur tikið serliga væl ímóti skúlaskipinum og skipað hevur verið fyri útferðum fyri manningina, teir eru slopnir at brúka svimjihøllina frítt o.s.fr.
Á myndini sæst skiparin Kurt Andersen saman við sitandi løgmanni, Anniku Olsen, og Heðini Mortensen, borgarstjóra, har hann handar Tórshavnar býráð eina mynd av skúlaskipinum til savnið.











