HOFF-STOFF
Við Gjógv byrjaði vitjanin við kirkjuna, har bygdaráðið í Sunda kommunu við gjáarmanninum, Sofusi Johannesen og borgarstjóranum, Heðini Zachariassen, á odda tóku ímóti og heilsaðu krúnprinsahjúnunum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, var eisini við í fylginum.
Úr kirkjutúninum varð farið á minnisvarðan og síðan heim í Gjónna, har kór sang vælljómandi sangir, sum rungaðu niðan úr Gjónni og upp til alt fólkið, sum bíðaði uppi á bakkanum.
Landslagið við Gjógv er hugtakandi, og áður hevur danska kongshúsið víst staðnum stóran áhuga.
Hesaferð var tað so Fríðrikur, krúnprinsur, sum ynskti at síggja Gjógv við øllum tí vakurleika, sum bygdin goymir.
Fór at regna
Veðrið var framvegis gott og turt, meðan Fríðrikur og Mary saman við Sofusi, Heðini og øðrum vóru niðri í gjónni ? og veðrið var eisini hampiligt, tá ið tey við fylgi gingu sær ein túr úteftir bakkanum.
Tað var byrjað at regna hesa løtu, og sum frá leið, gjørdist rættiliga vát.
Tó ikki so, at tað bilti.
Á veg heimaftur av bakkanum vórðu krúnprinsahjúnini boðin til borð í bygdahúsinum, har tey fingu ein bita og okkurt at leska sær við.
Steðgurin í bygdahúsinum var stuttur, tí tíðin rann undan.
Stórsligið
Vitjanin hjá Fríðriki og Mary við Gjógv var væl eydnað, og nógv fólk nýttu høvi at fylgja hjúnunum á ferðini gjøgnum vøkru bygdina.
Sambært teimum, ið fylgdust við krúnprinsahjúnunum, vóru tey ógvuliga hugtikin av tí, tey sóu ? og serliga var tað Gjógvin og landslagið uttanum Gjónna sum fall teimum í eyguni.