Hósdagin var føroyski landsliðshópurin á rundferð í Jerusalem.
Serliga fyrstu árini var talan um nógvar útferðir, tá vitjað varð kring alt Europa, men við tíðini er spenningurin við hesum sum so minkaður nakað.
Men í Ísrael var spenningurin aftur í hæddini. At vitja ein somikið søguligan bý, sum Jerusalem er, er jú ikki hvørjum manni beskorið, og tey flestu í ferðalagnum munnu eisini ivast í, nær tey fáa ein slíkan møguleika aftur.
Beint eftir hósdagsvenjingina varð so koyrt til heilaga býin. Vitjað var á Golgata, har Jesus varð krossfestur, eins og grøvin sjálvandi varð vitjað. Eftirfylgjandi varð spákað eftir via Dolorosa, har Jesus sjálvur gekk við krossinum.
Og sjálvandi endaði ferðin við Grátimúrin, har túsundtals jødar hvønn dag biða til Gud á staðnum, har teir siga anda hansara vera sterkastur.











