Oljumessa
Á fundinum við Føroya Kolvetni vóru føroysku umboðini víst runt á nýggju skrivstovuni í Aberdeen. Hon liggur í einum sera hugnaligum umhvørvi í býnum. Har fingu tey eisini meira at vita um arbeiðið og ætlaninar hjá Føroya Kolvetni bæði í føroyskum og í bretskum øki. Føroya Kolvetni vildi so eisini vita, hvussu Oljumálaráðið sær fyri sær framtíðina á landgrunninum.
Tað skilst, at myndugleikarnir vilja hava, at feløgini sum hava brunnar eftir at bora royna at gera tær kanningar, sum eru neyðugar fyri antin at kunna finna rætta staðið at bora ella fyri at staðfesta, at einki er at fara eftir. Og um so er hvussu og hvar teirra boriforpliktilsi tá kunnu setast í verk.
Tað er greitt, at føroyskir myndugleikar, tó at teir vilja lurta eftir oljufeløgunum, eisini vilja fasthalda feløgini til at gera neyðugu kanningarnar, eitt nú við atliti til at bora djúpar brunnar, nú grynru prospektini ikki vístu seg at vera áhugaverd.
Tað er tí meiri seismikkur, sum skal til fyri at kortleggja eitt nú dey djúpri løgini í teim ymsu loyvunum.
Eftir tí Sosialurin veit er annar av brunnunum hjá BP sera djúpur, møguliga djúpri enn 5000 metrar.
Tað skilst á keldum blaðið hevur tosað við, at ein møguleiki kann verða at leggja brunnar saman, soleiðis at ístaðin fyri at bora tveir grunnar brunnar heldur at bora ein ultradjúpan brunn. Hetta eru tó enn bara spekulatiónir. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hetta váttað hjá hvørki oljufeløgum ella myndugleikum, men millum oljufólk, sum Sosialurin hitti á oljumessuni í Aberdeen verður sagt, at hetta er als ikki óvanligt í øðrum leitiøkjum. Tvs. at samarbeitt verður tvørtur um lisens- og bólkamørk fyri harvið at minka um váðan, har tað verður neyðugt at gera nógv størri íløgur í ein djúpri brunn t.d.
Í hesum sambandi verður sera áhugavert at frætta um úrslitið hjá Shell og BP á Ben Nevis prospektinum har norðuri í bretskum øki. Har hava teir m.a. borað gjøgnum basalt, sum er av sama slag sum tað, ið finst á okkara landgrunni.










