Nýggjasta tøknin, saman við eini verkætlan hjá NORA, skapar nú møguleikar fyri, at ferðafólk kring allan heimin kunnu fáa túrar við frásøgn frá ferðaleiðara í Tinganesi, hóast tey ongantíð hava verið her
Í fyrstu atløgu hevur henda verkætlanin gjørt tað, at fólk við app-tøknini kunnu vitja í Suðurgrønlandi, Norðurnoregi, Reykjanesi og í Havn uppá tann virtuella mátan.
Endamálið er at skapa umrøðu og áhuga fyri hesum fýra londunum, mentanini, søguni og náttúruni.
Á henda hátt ber til at fara ein túr við ferðaleiðara kring Havnina, har í okkara føri Ingigerð á Trøðni greiðir frá tí sum ein møtir á leiðini, ikki minst á søguligu støðunum í Tinganesi.
Hon heldur sjálv, at hesin møguleikin er væl egnaður fyri ferðafólk sum koma við á Havnina við ferju ella ferðamannaskipi árla á morgni áðrenn Kunningarstovan letur upp.
- Henda appin hevur sínar avgjørdu fyrimunir, og vóni eg at næsta stigið verður at gera eitt líknandi tilboð í Kirkjubø, sigur Ingigerð sambært heimasíðuni hjá NORA www.nora.fo sum ber hesi tíðindini.
Við hesum verður vónað, at ein røkkur longur út enn tær litføgru brosjururnar gera, og at fólk soleiðis kunnu síggja tey ymisku ferðamálini á fartelefonini, og síðani taka avgerð um at fara til tað ávísa staðið um summarið.