Vitja Føroya Barnaheim við Harley Davidson

Í gjár komu umleið 20 motorsúkklistar við Norrønu at luttaka á "North Atlantic Motorcycle Rally" í Føroyum. Luttakararnir koma úr Danmark og Svøríki. Tað er Ove Ritter í Havn sum samskipar tiltakið

Felags fyri allar motorsúkklurnar er, at tær eru av merkinum Harley Davidson. Umframt at teir koma koyra kring landið, verður eitt serligt tiltak á Føroya Barnaheimi í Pedda við Steinsgøtu í Havn hósdagin, Kristi himmalsferðardag. Vanligt er at Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum savnar felagsskapurin pening til Føroya Barnaheim í Havn. Peningurin er oyramerktur til eina ferð fyri børnini á Føroya Barnaheimi í summar. Í hesum sambandi verður opið hús á Føroya Barnaheimi Kristi Himmalferðardag, 29. mai, har motorsúkklistarnir úr Danmark og Svøríki eisini vera við. Donsku og svensku gestirnir hava leikur við til børnini og ein peningagáva verður handað. Børnini sleppa eisini ein túr á baksetrinum á Harley Davidson motorsúkklunum. Tað er Ove Ritter í Havn sum samskipar tiltakið, hann er eisini Harley Davidson umboð í Føroyum. Motorsúkklistarnir fara avstað aftur við Norrønu fríggjadagin 30. mai.