Vitja danskar kommunur

Í vikuni, sum farin er, hevur Heðin Mortensen saman við stjórnini í Tórshavnar kommunu vitjað danskar kommunur. Endamálið er millum annað at hoyra um royndirnar, sum danskar kommunur hava av samanleggingini, sum fór fram fyri nøkrum árum síðani.

Ein av stóru kommununum, sum vitjað varð í, var Aalborg kommuna, sum greiddi frá um Aalborg Universitet, um mentan og umskapan av býnum og ymiskt annað. Á myndini Heðin Mortensen saman við borgarstjóranum í Aalborg, Henning G. Jensen.

Heðin Mortensen sigur, at hóast donsku kommunurnar eru munandi størri enn Tórshavnar kommuna, so ber væl til at læra av teirra royndum, tí tær hava í veruleikanum somu avbjóðingar, sum eitt nú Tórshavnar kommuna.

Ferðalagið kom aftur til Føroya fríggjadagin.