Farmaskipið »Vitin« hjá P/F Sandgrevstri í Fuglafirði er selt til Skotlands.
»Vitin« varð bygdur í 1974 í Týsklandi og kom til Føroyar í 2000. Skipið lastar 1200 tons, er knappar 50 metrar langt og hevur eina Komatsu gravmaskinu frá 2008. Skipið fer beinanvegin í vinnu í Skotlandi, har tað skal sigla við fóðri.
Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, skipaði fyri søluni vegna Sandgrevstur.
MARETEC hevur eisini júst selt farmaskipið »Danstar« úr Danmark til keypara í Chile. »Danstar« er 72 m langt og útgjørt við síðuportri og krana.










