Longu frammanundan hevði tað víst seg, at Akraberg var eitt tað besta stað til at fylgja við hvussu ferðafuglurin kom og fór millum Føroya og útlond. Fuglafrøðingar høvdu tí stóran áhuga í at tað framvegis bar til hjá teimum at nýta hesi hús.
Samstarv varð so tikið upp millum Undirvísingar- og Mentamálaráðið, Náttúrugripasavnið, Fróðskaparsetur Føroya og Collegium academicum faeroense um at keypa húsini og umvæla tey, so tey kundu gerast nýtilig til smærri skeið, eins og tað eisini skuldi bera til hjá vísindamonnum (t.d. fuglafrøðingum) at støðga har í longri tíðarskeið.
Nú eru húsini liðug, og ber tí til at nýta tey til umhugsaða endamálið.
Vísindamenn, listamenn og rithøvundar, sum hava áhuga í at arbeiða í friði eitt ávíst tíðarskeið, kunnu leiga húsini hesa tíð.
Harumframt ber til at hava smærri skeið í húsunum fyri 10 til 15 fólkum í senn.
Tey, sum áhuga hava fyri at nýta hesi hús, kunnu seta seg í samband við Dorete Bloch, tel. 31 85 88, fax 31 85 89,
e-mail doreteb@ngs.fo