Marjun Dalsgaard
Mona kendi seg einsamalla og í dýrastu neyð, tá hon hevði fingið vitanina, at barnið, sum hon bar, sannlíkt hevði Down Syndrom. Tók hon eina roynd av fosturvatnið ella móðurkaku, vórðu eins stor sannlíkindi fyri at missa barnið, sum at tí feilti nakað. Men hon orkaði heldur ikki at liva við óvissuni restina av tíðini hon var við barn.
- Vit fingu beinanvegin ráðgeving, ein jarðarmóður kom og tosaði við okkum, men hon segði bara fakta og restin var upp til okkum. Sjálvandi kann hon ikki annað, men tað hevði verið ein lætti um onkur segði - hygg her, tú skalt velja hetta, sigur Mona Ziskason.
Hon var búsetandi í Keypmannahavn, tá hon gjørdist við barn fyri sløkum tveimum árum síðani við manninum, Bo Knudsen.
Eins og allar aðrar kvinnur, sum gerast við barn í Danmark, fekk hon bjóðað ein sokallaðan "trippletest". Og eins og 98 prosent av donsku kvinnunum, tók hon av tilboðnum.
Royndin vísti, at stór sannlíkindi vóru fyri, at barnið hjá Monu og Bo hevði Down Syndrom. Tí fingu tey bjóðað at gera eina roynd av fosturvatninum ella av móðurkakuni fyri at staðfesta endaliga, um barnið hevði Down Syndrom.
Váðin fyri at missa barnið við hesari kanningini er 1 til 100. Sostatt var næstan líka stór sannlíkindi fyri at missa barnið, sum at tí feilti nakað.
- Vit ivaðust øgiliga nógv, tí hvat nú um vit mistu barnið? Kundu vit liva við tí? Framman undan vóru tey ósamd um, hvat tey skuldu gera, um tey fingu at vita, at barnið hevði Down Syndrom. Bo vildi ikki hava hesa vitan, tí hann vildi ikki velja tað frá, um so var. Mona vildi vita tað, tí hon megnaði ikki eitt barn við Down Syndrom og tað ábyrgdina, sum tað innibar.
Orkaði ikki ivan
Tvístøðan, sum parið kom í var avgjørd av, at Mona ikki orkaði at liva við ivanum restina av tíðini, hon var við barn. Tey valdu tí at taka ímóti tilboðnum um eina móðurkakubiopsi. Royndin vísti, at barnið ikki hevði Down Syndrom, og kanningin viðførdi heldur ongan skaða á móður og barn, men um svarið varð positivt, hevði Mona vilja fingið eina abort. Tað vildi Bo ikki, og so høvdu tey havt ein stóran trupulleika, sigur Mona.
- Eg havi tvey børn frammanundan og eg visti, at eg ikki orkaði tað ábyrgdina, sum tað er, at seta ein barn í verðina, sum ongantíð verður sjálvhjálpið. Tað er ein nógv størri byrða enn eitt barn, sum verður vaksið og tá tað er 18 kanst tú líta á, at tað klárar seg sjálvt. Og hvussu er samfelagið skrúvað saman? Tað hevur nógv at siga fyri, um tú kanst kenna teg vissa í, at barnið fær tað gott, sigur Mona og leggur aftrat.
- Men tað veit man ikki - kanska hevði eg ikki gjørt tað, tá tað kom til stykkis - tað er ógjørligt at vita, áðrenn tú veist tað við vissu. Haraftrat kann barnið altíð feila okkurt við tíðini og tað lærir man at liva við, sigur Mona.
Maðurin Bo, vildi helst einki vita, tí hann kundi ikki liva við valginum.
- Bo vildi ikki vita tað, tí hann vildi ikki velja barnið frá, men eg trúgvi, at hann hevði laga
seg eftir mær, tí tað er mín kroppur, og tað hevði nokk verið upp til mín í síðsta enda, sigur Mona.
Faktaboks
Mona og Bo
Tá Mona Ziskason gjørdist við barn fyri umleið tveimum árum síðani, var hon enn búsitandi í Keypmannahavn og fekk, eins og allar aðrar kvinnur, sum eru við barn í Danmark bjóða eina nakkafoldskanning ella ein "trippletest".
Mona er gift við Bo og tey eiga bæði tvey børn frá øðrum hjúnarlagi. Tey tosaðu ikki so nógv um, um tey skuldu gera hesa royndina, tí kanningin er púra ófarlig, og gevur einans eina mynd av sannlíkindi fyri at barnið kann hava ymiskar sjúkur - harímillum Down Syndrom.
Tey flestu fáa at vita, at sannlíkindini eru lág, og so er ikki meira í tí. Men so var ikki hjá Monu og Bo. Royndin vísti, at sannlíkindini fyr at barnið hevði Down Syndrom vóru 1 til 130, og so var spurningurin, um tey skuldu fara víðari og taka ímóti tilboðnum um eina fosturvatnsroynd ella móðurkakubiopsi, sum kann staðfesta, um barnið hevur Down Syndrom við 100 prosents sannlíkindi.









