Nýtt universitet
Stovnurin hevur leingi stríðst við hølistrupulleikar og húsast í dag ymsa staðni í Havnini. Hóast Debesartrøð er vøkur og hugnalig, so kemur tann dagur, tá neyðugt verður við at finna meiri pláss til framtíðar føroyska universitetið. Hetta sannar leiðslan á stovninum, hetta sanna lærarar og næmingar. Og eftir øllum at døma eisini okkara lokalu og landspolitisku myndugleikar. Herfyri setti Mentamálastýrið av eina mill. kr. til Fróðskaparsetrið at arbeiða við at loysa framtíðar hølisspurningin.
Fyri eisini at fáa hugsanina hjá starvsfólkunum á stovninum og fyri at geva hugflognum íblástur varð í desember í fjør gjørd ein innanhýsis kapping um, hvussu framtíðar Fróðskaparsetið skal síggja út og hvar tað skal liggja. Fýra uppskot komu inn. Og eitt teirra varð kosið tað besta. Tað bar heitið ?Vitanarvitin í Marknagili?. Og síggja vit á tekningini hvussu uppskotstillarin hevur ímyndað sær eina bygging í Marknagildi vestan fyri valllaraheimið og Hotel Føroyar.
Vit síggja, hvussu bygt verður upp ein lítil universitetsbýur, sum skal hýsa bygningum til bæði undirvísing og gransking og høli til næmingarnar. Endamálið er at savna alt á einum stað og harvið skapa eitt gott og mennandi umhvørvi. Av tí at so mikið nógv av plássi er ber til at byggja út sohvørt tørvur er á tí. Útsýnið yvir Havnina, Nólsoynna og Kirkjubøreyn kann neyvan verða betur.