Skúladepil
Gamalt er, at “blindur er bókleysur maður”.
- Men eitt samfelag, ið ikki ger íløgur í vitan, gerst eisini blint – blint fyri at gagnnýta landsins tilfeingi til fulnar, blint fyri at síggja ótroyttar møguleikar – og blint fyri at skapa ta menning og vælferð, ið er møgulig.
Tað segði landsstýriskvinnan í skúlamálum, Kristina Háfoss, tá hon røddi um miðnámsskúladepilin, sum hon í vikuni hevur lagt lógaruppskot fyri tingið um at byggja í Marknagili.
Í vikuni var fyrsta viðgerð av hesum máli, og síðan er uppskotið farið til viðgerðar í mentanarnevnd løgtingsins.
Undir viðgerðini á tingi legði landsstýriskvinnan dent á, at skulu Føroyar megna at síggja og nýta teir møguleikar, sum eru í okkara tilfeingi og í alheimsgerðini, er alneyðugt við íløgum í vitan.
- Tí hava vit sett okkum sum mál at raðfesta íløgur í vitan høgt komandi árini. Hetta er ein fyritreyt fyri allari menning í landinum.
Kristina Háfoss segði, at uppskotið um nýggjan miðnámsskúladepil í Marknagili í nógvar mátar er ein søgulig verkæltan.
- Í fyrsta lagi hevur verkætlanin eina langa søgu; hon hevur leingi verið ávegis, og talan er samstundis um mest umfatandi skúlabygging í Føroya søgu, segði landsstýriskvinnan.
Dagføring og nútímansgerð
Undir viðgerðini segði Kristina Háfoss, at miðnámsskúlaøkið hevur verið raðfest alt, alt ov lágt seinastu mongu árini.
- Men nú er broyting hend, og tað er at fegnast um, at hesir skúlar nú verða dagførdir og nútímansgjørdir.
Í hesum árinum verða nýggi miðnámsskúlin í Suðuroy og nýggi fiskivinnuskúlin í Vestmanna ætlandi tiknir í nýtslu, samstundis sum útbyggingin av Tekniska skúla í Klaksvík eisini verður liðug í ár.
- Eftir standa miðnámsskúlarnir í Havn, sum allir hava alstóran tørv á nýggjum og meira tíðarhóskandi hølum sum skjótast.
Landsstýriskvinnan segði, at lógaruppskotið, sum skal skapa karmarnar um nýggja miðnámsskúladepilin, ásetir yvirskipaðu karmarnar, tá ræður um fígging og stødd.
Hon segði, at støddarkarmurin er 17.000 fermetrar umframt 1.800 fermetrar, um núverandi handilskúlabygningur eisini verður tikin við.
- Fíggjarkarmurin er 391 miljónir krónur, og haraftrat skulu leggjast útreiðslur til innbúgv og útgerð, segði Kristina.
Landsstýriskvinnan vísti á, at verður upphæddin á 391 miljónir krónur býtt yvir tíðarskeiðið 2008-2013, er talan um 65 miljónir krónur um árið í miðal.
- Men býtið verður øðrvísi, tí lutfalsliga lítið verður brúkt í 2008 og 2009 - og meira tey seinnu árini.
Kristina Háfoss segði, at ikki er møguligt at áseta býtið yvir árini enn, tí sjálv verkætlanin er ikki klár.