Eftir at samband var millum Føroya Lærarafelag og semingsmenninar í síðstu viku, vóru í gjár aftur tikin stig til at finna semju millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Klokkan 13 í gjár hittust semingsmenninir og Lærarafelagið.
Semingsmaðurin Allan Skaalum segði undan fundinum í gjár, at fyrst ætlaðu semingsmenninir at hitta felagið og møguliga kundi so verða talan um fund við Fíggjarmálastýrið seinni.
Hann segði seg vóna, at partarnir hava flutt seg, so vón er fyri semju.
- Um partarnir standa í sama stað, so er eingin meining í at gera nakað. Fundurin nú er fyri at vita, um partarnir hava flutt seg, segði Allan Skaalum í gjár.
- Talan er fyrst og fremst um at gera eina staðfesting av, hvar partarnir standa og vita um nakað er at gera, segði Allan Skaalum.
Semingsmenninir Allan Skaalum og Rúni Heinesen hava áður gjørt royndir at finna semju, uttan at tað hevur eydnast. Arbeiðssteðgurin hjá sáttmálasettu lærarunum hevur nú brátt vart í 5 vikur. Seinastu tíðina hevur eisini verið skipað fyri tiltøkum og aftur í gjáramorgunin vóru blokadur við skúlar kring landið.
Allan Skaalum staðfesti avgjørdur undan fundinum í gjár, at høvdu partarnir ikki flutt seg, so var ikki nógv at gera.
Lærarafelagið hevur áður víst á, at tað vil koma á tal við landsstýrismannin við skúlamálum.
Allan Skaalum sigur, at eingin ivi er um, at samráðingarmótparturin hjá Lærarafelagnum er Fíggjarmálastýrið.