Vita um føroyingar kunnu fáa inntøku av útlendskum skipum

Føroyska altjóða skipaskrásetingin hevur ikki verið tað gullnám, ið mong vónaðu, at hon fór at verða, men nú verður roynt aftur

Alternativ inntøka

Hvussu kann føroyska, altjóða skipaskrásetingin, vanliganevnd FAS, gerast eitt ískoyti til føroyska búskapin?
Hetta er evnið á eini almennari ráðstevnu, sum verður á Føroya Sjómansskúla í dag.
Tað er áhugafelagið, Skipating, ið skipar fyri ráðstevnuni, ið verður sett klokkan 10 í morgun og endar umleið klokkan 15.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer at seta ráðstevnuna. Tey, sum annars fara at leggja fram, eru
Per Gulklett, føroyskur skipsmeklari í Keypmannahavn, Tórleivur Mikkelsen, umboðsmaður í Føroyum fyri útlendsk reiðarí, Gunnbjørn Joensen, reiðari í Hósvík, Heðin Poulsen á Skipaskrásetingini, Óla Hans Hammer Olsen á Skipaeftirlitinum, Regin Thomsen á Toll- og Skattstovuni og Petra Johnsdóttir Joensen á Almannastovuni.
? Skipating er eitt áhugafelag, sum hevur til endamáls at økja fakligan kunnleikan til sjóvinnuna, sigur Tórleivur Hoydal, skrivari í Skipatingi.
Hann sigur, at evnini, tey taka upp, eru eitt nú trygd, skipatøkni, útbúgving, umhvørvisvernd o.s.fr.
Í Skipatingi er Andras Joensen, leiðari á Norsk Veritas í Føroyum, formaður, Tórleivur Hoydal á skipasýninum er skrivari, og annars sita í nevndini: Kaj P. Mortensen, aðalstjóri í fiskimálastýrinum og Jón Magnussen, lærari á sjómansskulanum, Helgi Hansen, lærari á Maskinskúlanum.
Onnur lond, eitt nú Danmark og Noreg hava havt alttjóða skipaskrásetingar, og varð ikki okkurt líknandi tiltak sett í verk í Føroyum eisini, stúrdu myndugleikarnar fyri, at føroyskir reiðarar fóru at seta skipini undir fremmant flagg, fyri at lækka útreiðslurnar, tí tað er nógv bíligari at skráseta skip í altjóða skrásetingini, eitt nú spara reiðarar munandi í skatti og øðrum útreiðslum.
Føroyska altjóða skipaskrásetingin hevur yvir 10 ár á baki og tá settu summi stórar vónir til, at hon fór at gerast ein rættilig inntøkukelda hjá føroyska landskassanum.
Men tað vísti set ikki at halda stikk.
? Útlendsku skipini í hava verið fá. Eitt skifti vóru trý, norsk tangaskip í FAS, men tey fóru úr aftur og vórðu skrásett onkra aðrastaðni. Og nú er bara eitt útlendskt skip av týdningi í FAS, tað er norska tangaskipið, Bergina.
Torleivur Hoydal sigur, at endamálið við ráðstevnuni í dag er at fáa eina stungiðå út í kortið nakrar leiðir at ganga fyri at gera FAS skipanina til eitt ískoyti hjá føroyska búskapinum.