Vita snøgt sagt onki

Skal heilsuskúlin á Tvøroyri flytast í ein skúladepil í Hovi, vil Tvøroyrar Býráð hava endurgjald fyri tær milliónirnar, sum kommunan hevur brúkt upp á skúlan

Skúladepil og røktarheim

? Vit lata hurðina standa opna. Men vit vita snøgt sagt onki.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur at enn veit Tvøroyrar Býráð alt ov lítið um ætlanina hjá landsstýrinum at byggja ein skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági.
Býráðið hevði innanhýsisfund um málið hósdagin.
Á fundinum samtykti býráðið, at ongin endalig støða verður tikin til málið, fyrenn býráðið hevur fingið nógv meiri at vita um ætlanina.
? Vit vita rætt og slætt onki um ætlanina og tí kunnu vit heldur ikki taka støðu, sigur Kristin Michelsen.
Hetta merkir so eisini, at Tvøroyrar Býráð letur ikki hurðina aftur, men er sinnað at viðgerða málið nærri.
? Tí eru vit sinnað at fara á fund við landsstýrið um málið, sigur Kristin Michelsen.

Vilja hava endurgjald
Men hetta merkir eisini, at tað verður ikki treytaleyst, at Tvøroyrar Býráð góðtekur at heilsuskúlin verður fluttur av Tvøroyri.
? Tað er ikki Tvøroyrar Býráð, sum hevur lagt skúlan á Tvøroyri. Samstundis hava skiftandi landsstýrismenn í skúlamálum vissað býráðið um, at skúlin skal verða verandi á Tvøroyri.
Og nú hann er komin á Tvøroyri, hevur býráðið raðfest hann sera høgt.
Av tí sama hevur Tvøroyrar Býráð brúkt milliónaupphædd upp á at kjølfesta skúlan á Tvøroyri.
Sostatt hava vit eina stóra millumrokning við landsstýrið, sum skal avgreiðast, um so er, at skúlin verður fluttur av Tvøroyri
Verður skúlin fluttur til Hovs, fer Tvøroyrar Býráð sostatt at krevja endurgjald frá býráðnum fyri tann pening, kommunan hevur offra uppá skúlan.
À fundinum við landsstýrið, vil kommunan hava greiði á, hvussu verður við hesari millumrokningini.
Samstundis vil kommunan hava greiði á eldraøkinum, tí sum støðan er nú, er eldraøkið ein landsuppgáva burturav, sigur borgarstjórin.
Kommunan vil eisini hava at vita, hvat hesin heilsuskúlin umfatar og, hvørjar útbúgvingar skulu vera á skúlanum.
Hinvegin hevur Tvøroyrar Komununa als onga støðu til, um tað heldur, at miðnámsskúlin og heilsuskúlin liggja betri fyri í Hovi enn ávikavist í Vági og á Tvøroyri.

Áttu at tosa saman
Eisini heldur Tvøroyrar Býráð, at tað hevði verið hóskandi, at allar kommunurnar í Suðuroy tosaðu saman um ætlanina, so at tær kundu tikið eina felags støðu.
Sostatt fer Tvøroyrar Býráð eisini at biðja Vágs Býráð um fund um málið, áðrenn Vágs Býráð tekur støðu.
Av tí sama fýlist borgarstjórin á Tvøroyri eisini á, at tær smærru kommunurnar í oynni í prinsippinum hava tikið undir við ætlanini hjá landsstýrinum, uttan at tosa við hinar kommunurnar.
Eitt nú vísir hann á, at Hvalbiar- og Fámjins Kommuna hava nógv samstarv við Tvøroyri, men kortini viðgera tær spurningin um at flyta heilsuskúlan av Tvøroyri, yvir høvdinum á Tvøroyrar Býráði.
Tað sama ger seg galdandi í syðru helvt, har kommunurnar, sum hava samstarv við Vág, viðgerða eina ætlan um at flyta miðnámsskúlan úr Vági, uttan at tosa við Vág, uttan at tosa við Vágs Býráð.
Tað tekur borgarstjórin á Tvøroyri sum eina beinleiðis uppílegging í innanhýsis viðurskifti í Tvøroyrar og í Vágs Kommunu og tað heldur hann ikki er fremjandi fyri kommunusamstarvið í Suðuroynni.
? Tað er óheppið, at kommunurnar viðgera málið hvør sær ístaðin fyri at koma við einum felags útspæli til landsstýrið. Tað mest avgerðandi er, at kommunurnar finna eitt felags stev í hesum máli, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.