Bretska kongshúsið hevur verið á gosi síðan fronsk, donsk og bretsk bløð valdu at prenta myndir av Kate Middleton, har til ber at síggja bróst hennara. Nú halda myndugleikarnir í Fraklandi, at teir eru komnir væl ávegis at finna útav hvør tók myndirnar.
Sambært blaðnum The Mirror hava franskir myndugleikar fingið eitt tipp um hvør tann nógv umrøddi myndamaðurin er.
Myndugleikarnir í Fraklandi hava leingið leitað eftir myndamanninum, eftir at Prins William legði sakarmáli móti franska blaðnum Closer, sum almannakunngjørdu myndirnar fyrst. Eftir øllum at døma eru tað áleið 200 myndir av hesum slag av Kate Middleton.
Franska blaðið hevur viðgingið, at tey leigaðu ein freelance myndamannin til at fylgja William og Kate, men tey hava ikki upplýst hvør maðurin er.
Um rætturin í Fraklandi staðfestir, at myndirnar eru tiknar ólógliga, so kann myndamaðurin fáa eina stóra revsing. Hann kann fáa fongsulsrevsing upp til eitt ár, og eina bót upp til 335.000 krónur.