Fyri aðru ferð í tvær vikur verður ógjørligt at gera bankaflytingar í fleiri dagar.
Mong stúrsaðu við, tá tey Dýra Biðidag varnaðust, at teirra ætlaðu bankaflytingar ikki fóru at vera framdar fyrr enn 26. apríl, altso fýra dagar seinni.
Og hesa vikuna sendu bankarnir eitt skriv út, um at nú fór aftur at vera ein steðgur í bankaflytingum, tí at fríggjadagur 6. mai, dagin eftir Kristi Himmalferðardag, verður ein frídagur hjá donsku bankunum. Tìskil vera ongar flytingar avgreiddar aftur fyrr enn mánading 9. mai.
Vit hava roynt at fingið eina frágreiðing frá BankNordik, um hví skipanin fer í dvala á hendan hátt, men hava einki fullgott svar fingið.
Vit halda tað vera undrunarsamt, at vit í nýggjari tíð, við netbanka og øllum, enn skulu vera tengd at upplatingartíðum bankans fyri at kunna gera eina bankaflyting. Svarið frá bankanum var, at hóast koyringarnar verða gjørdar automatiskt, so eru tær ikki meiri automatiskar enn so, at tað krevur, at fólk frá SDC eru til staðar, tá koyringarnar verða gjørdar.
Vit ynsktu eisini at fáa at vita, um tað hevði verið annarleiðis, um netbankin var bygdur á eina føroyska skipan, men tað kundi BankNordik ikki siga nakað um við vissu.