Eyðun Rasmussen, stjóri í P/F Christian í Grótinum, sigur, at reiðaríið einki veit um, hví Christian í Grótinum er tikin av skotsku sjóverjuni.
- Christian í Grótinum var á veg heim eftir fiskiskap og fór inn um eitt kontrollpunkt, áðrenn hann fór úr ES-sjógvi, sum hann eisini skal. Har vóru teir tó afturhildnir og síðani tiknir inn til Lerwick til víðari kanningar.
Eyðun Rasmussen sigur, at teir enn ikki hava fingið at vita, hví uppsjóvarskipið varð tikið.
- Menn skuldi koma umborð á skipið í morgun og gera kanningar, men enn hava vit einki frætt, sigur hann.
Christian í Grótinum hevur 600 tons av frystum makreli og 300 tons av feskum makreli í lastini. Ætlanin var at landa feska makrelin í Kollafirði og frysta makrelin í Ánunum.
- Vónandi verður skipið ikki liggjandi ov leingi, soleiðis at feski makrelurin fer til spillis, sigur Eyðun Rasmussen.
Les eisini Christian í Grótinum tikin