Vita ikki hví eldur kom í goymslubygning

- Málið verður nú kannað, og helst verða brandteknikarar sendir suður at kanna umstøðurnar fyrsta dagin, sigur løgreglan.

 

Klokkan 17.15 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum goymslubygningi hjá Vágs Skipasmiðju á havnalagnum í Vági.

 

- Sløkkilið og løgregla vórðu send á staðið, og klokkan 18.20 - ella ein góðan tíma seinni - var eldurin sløktur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bygningurin helst hevur fingið nokso stóran skaða, tí eina løtu stóð eldur upp ígjøgnum takið.

 

- Inni í bygninginum var ymiskt á gloymslu, eitt nú ymiskt tilfar og onkrar maskinur, og her stóðu eisini onkur akfør, sum tað eydnaðist at fáa út.

 

Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í goymslubygningin, og tey vita heldur ikki ítøkiliga, hvussu umfatandi skaðin er.

 

- Málið verður nú kannað, og helst verða brandteknikarar sendir suður at kanna umstøðurnar fyrsta dagin, visti vaktleiðarin at siga í morgun.