Tað eydnaðist ikki løgregluni at fáa greiði á, hví eldur brádliga kom í eini sethús í Klaksvík mánakvøldið.
Tað var um átta tíðina mánakvøldið, at boðað var frá eldinum og tað tók einar tveir tímar at fáa tamarhald á støðuni, so húsini hava fingið stóran skaða.
Týsdagin fór løgreglan undir eina roynd at finna orsøkina til eldin, men tað eydnaðist ikki. Men løgreglan sigur, at tað er í hvussu so er staðfest, at tað var ikki elektriska skipanin í húsinum, sum var orsøkin. Men hvat orsøkin so kann hava verið, ber ikki til at siga, sigur løgrelan.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá hendingini. Myndirnar tók Dávur Winther.










