HB formaðurin, Gunnar Mohr, er í góðum hýri í løtuni.
Unga HB liðið hevur higartil staðið seg sera væl í landskappingini, har teir nú eru á odda, og sunnudagin skulu leikararnir so royna seg í europeiskum høpi, tá ungverska liðið, Tatsabanya, kemur á vitjan.
Vita einki
Vit kenna einki sum helst til teir, eru orðini frá formanninum, tá vit spyrja hann, hvussu hann metir um egnar møguleikar í hesum dysti.
- Einki er tó at ivast í, at teir duga at spæla fótbólt. Tað plaga tey flestu liðini at gera, heldur HB formaðurin fyri.
Hann vísur tó eisini á, at HB vanliga hevur fingið góð úrslit á heimavølli, meðan tað hinvegin hevur gingið heldur striltið, tá spælt verður úti í Europa.
Einki trýst
Sum nevnt omanfyri, so hevur HB í ár eitt sera ungt lið. Spurdur, um hann ikki heldur, at leikararnir eru dekan ov óryndir til altjóða uppgávur, svarar, Gunnar, at tað heldur hann als ikki.
- Vit leggja einki trýst á leikarar okkara, men eg rokni við, at teir eru uppgávuna vaksnir, og eg ivist heldur ikki í, at vit fáa ein góðan dyst sunnudagin.
Higartil hevur liðið so væl og virðiliga livað upp til tær vónir, sum vit høvdu undan kappingini. Tá settu vit okkum sum mál, at vera millum 3-4 tey ovastu liðini, og sum støðan er í løtuni, ivist eg ikki í, at hetta fer at halda, sigur formaðurin, sum annars fegnast um, at so nógvir ungir leikarar veruliga hava tikið av møguleikanum, sum teir hava fingið í ár.
At enda lemaðurin afturat, at vónar, at veðurgudarnir nú endiliga fara at vera í parti við Tórsvølli.
Higartil hevur tað ongantíð riggað, og veðurútlitini eru ikki av teimum bestu, men vónandi er hetta broytt sunnudagin k. 15.00 sigur ein spentur Gunnar Mohr at enda.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.