Vit ynskja fleiri slíkar “Deloitte-bólkar”

Leygardagin fóru fólkini frá donsku grannskoðarafyritøkuni Deloitte, sum síðstu dagarnar hava verið í Føroyum á árligum evnisdegi, aftur til Danmarkar.

Eftir hesa vitjanina kann staðfestast, at Føroyar hava teir hentleikar, sum krevjast fyri at kunna marknaðarføra okkum sum ráðstevnuland.

- Samstarvið millum Hotel Føroyar, Atlantic Airways og Coastzone er eitt gott dømi um, at ferðavinnan væl megnar at taka móti stórum bólkum, sum seta krøv til flutning, gisting, upplivingar og undirhald annars, verður sagt úr ferðavinnuni.

Okkara grannalond, Ísland og Grønland, hava á hvørjum ári stóra lýsingarherferðir fyri at marknaðarføra seg sum ráðstevnuland. Hetta er ein sera áhugaverdur bólkur at fáa fatur í: tey ferðast vanliga tær tíðirnar á árinum, tá hotell og flutningsfeløg hava minni at gera. Haraftrat brúka nógvar fyritøkur í milliónum av krónum hvørt ár til slíkar ferðir fyri starvsfólkum og viðskiftafólkum, so hesin bólkur leggur nógvar pengar eftir seg í samfelagnum, tí er kappingin at fáa fatur í hesum fyritøkum sera hørð.

- Vitjanin síðstu dagarnar er prógv fyri, at Føroyar kunnu gera seg galdandi í kappingini við okkara grannalond í arbeiðinum at selja okkum sum ráðstevnuland.

Nakað av arbeiði hevur verið gjørt við at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnuland, m.a. við at taka lut á messum, sum venda sær til hendan bólk og við at bjóða umboðum fyri fyritøkur, sum skipa fyri ráðstevnum og virkistúrum, kunningarferðir til Føroyar fyri at vísa, hvat vit hava at bjóða hesum bólkinum av ferðafólkum.

- Við einum miðvísum arbeiði við at víðari menna og marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnuland og við teimum royndum, sum Hotel Føroyar, Atlantic Airwways og Coastzone nú hava gjørt sær, eigur at bera til at fáa fleiri slíkar bólka til Føroyar á hvørjum ári.

- Um Føroyar hevði vitjan av fleiri slikum bólkum um árið, hevði talið av starvsfólkum innan ferðavinnuøkið hækkað og eftirspurningurin eftir arbeiðsorku hevði verið meira støðugur alt árið og ikki bara ligið summarmánaðarnar. Umframt hetta høvdu ferðavinnufyritøkurnar fingið betri fíggjarligar fortreytir fyri teirrra virksemi.

- Úrslitið av hesum hevði verið at tænastustøðið og ferðavinnutilboðini høvdu hækkað, og tað hevði komið bæði føroyingum og øðrum ferðafólkum væl við, verður sagt úr ferðavinnuni.