Vit ynskja ein breiðan meiriluta fyri broytingunum

? Tað harmar okkum almikið, at tað ikki ber til at fáa eina breiðari politiska viðgerð av málinum um framtíðar ríkisrættarligu støðu Føroya. Hetta er eitt mál, sum hevur ótrúliga stóran týdning fyri, hvussu okkara samfelag verður framyvir, segði Jóannes Eidesgaard m. a. í formansfrágreiðingini á landsstevnu Javnaðarfloksins um vikuskiftið

Sum longu sagt, so gjørdist sjálvstýrismálið stóri spurningurin í valstríðnum, og er eisini tað málið, sum á tingi og í fjølmiðlum hevur fingið størsta umrøðuna síðani.

Fyri valið varð tosað nógv um eina skipaða loysing, men eftir valið eitur tað fullveldi.

Samgongunnar mál er, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi, men fyri okkum at síggja er hetta ikki annað enn ein navnabroyting frá tí gamla kenda fyribrigdinum "loysing". Enn skulu danir fult út fíggja loysingina í eini skiftistíð, og danir skulu átaka sær umsitingina av málsøkjum, sum formelt skulu eitast at vera yvirtikin. Men tað stutta av tí langa er, at ríkisfelagsskapurin verður uppsagdur, og so verður ein bilateral avtala gjørd millum Føroyar og Danmark.

Skiftistíðin og vælvildin frá dønum verður avgerandi fyri framtíðar vælferðina í Føroyum. Øll málsøki verða formelt yvirtikin, men reelt koma tey fyribils at liggja í Danmark.

So her telur tað formella sjálvstýri, tað at tú kanst kalla teg suvurenan, meira enn tað rella sjálvstýri.

Enn er einki útgreiningararbeiði gjørt, har avleiðingarnar av ætlan landsstýrisins verða lýstar.

Tá spurt verður, hvat fer at henda við vanligu vælferðini, so er svarið, at hetta veldst um, hvussu góða skiftistíð føroyingar fáa. Men júst hetta, at óvissan er so stór, ger, at Javnaðarflokkurin ikki kann taka undir við uppskoti landsstýrisins í tí líki, sum tað enn hevur. Hetta er í ov storan mun enn eitt "eksperiment".

Fyri Javnaðarflokkin er eisini eitt búskaparligt frælsi ein fortreyt fyri tí politiska frælsinum. Eitt búskaparligt frælsi, sum fyri samfelagið og tann einstaka merkir, at vit eru før fyri at reka samfelagið víðari frá tí, vit standa við her. Og merkir ætlan landsstýrisins, at persónliga frælsi verður munandi skert ella órættvíst býtt, so kunnu vit ikki vera við.

Tað harmar tó okkum almikið, at tað ikki ber til at fáa eina breiðari politiskari viðgerð av hesum stóra spurningi, tí allir flokkar á tingi ynskja broytingar. Hetta er eitt mál, sum hevur ótrúliga stóran týdning fyri, hvussu okkara samfelag verður framyvir. Og sæð í hesum ljósinum hava vit enn einaferð sett uppskot fram um, at sett verður ein stjórnarskipanarnevnd, sum tekur allan henda spurningin upp, so funnið verður fram til eina loysn, sum hevur breiða politiska og fólksliga undirtøku.

Men líkt er til, at samgongan vil viðgera málið sum eitt samgongumál, t. v. s. at hevur andstøðan hug at vera við, so er tað í lagi, men samgongan broytir einki til tess at fáa andstøðuna við. Skal semja gerast, mugu báðir partar geva nakað.

Hvat vil so Javnaðarflokkurin á sjálvstýrisleið?

Stig floksins á sjálvstýrisleið:


· Føroyar eru ein tjóð, sum er í ríkisfelagsskapi ella líknandi felagsskapi við Danmark.

· Heimastýrislógin verður tikin av, og í staðin verður gjørd ein nýggj lóg (sjálvstýrislóg) ella ein sáttmáli.

· Føroya Løgting er hægsta lóggevandi vald í øllum málum, sum eru yvirtikin.

· Føroya Landsstýri er hægsta fyrisitingarvald í øllum málum, sum eru yvirtikin.

· Øll mál, sum í dag ikki eru yvirtikin, kunnu við løgtingslóg yvirtakast, t. v. s. umframt báðar listarnar í heimastýrislógini, so eisini tey málsøki, sum ikki eru við har.

· So leingi, sum eitt málsøki ikki er yvirtikið, heldur skipanin í dag fram, men í tí løtu Føroya Løgting hevur samtykt eina yvirtøku, so er málsøkið yvirtikið bæði umsitingarliga og fíggjarliga.

· Eingin lóg/fyriskipan kann setast í verk í Føroyum uttan við góðkenning frá Løgtingi/Landsstýri.

· Ein føroyskur heimarættur verður defineraður, men framhaldandi skulu føroyingar og danir hava somu rættindi hvør hjá øðrum.

· Skipanin við ríkisstuðulinum heldur fram óbroytt, men gjørd verður ein skipan, har hesin minkar í takt við øktar almennar inntøkur, sum eru skaptar í føroyska samfelagnum.

· Sett verður beinanvegin ein »rættskommisión« til at fyrireika yvirtøkuna av rættarskipanini.

So alt tosið um, at eingin veit, hvat Javnaðarflokkurin vil, er púrasta burturvið. Boðskapurin er greiður.