– Vit komu eftir trimum stigum, og tað fingu vit. Hetta var eitt lokalbrak og ein toppdystur millum tvey fín lið, men eg haldi, at vit vunnu dystin uppiborið, segði Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68, eftir 1-0 sigurin við Løkin í gjár.
– Í fyrra hálvleiki vóru liðini meira varin, sum kanska var væntandi, men beinanvegin í seinna hálvleiki læt dysturin seg upp. Har fingu vit so eitt mál, sum skuldi vísa seg at vera avgerandi.
B68-venjarin er fegin um, at sigurin í Runavík gav annaðplássið, men hann væntar ikki, at tað ber til at sleppa longur upp.
– Fyri okkara viðkomandi er HB langt síðani farið, men eg rokni við, at alt – og í øllum førum nógv – verður avgjørt hesa komandi vikuna, nú vit hava dyst ímóti KÍ mikukvøldið og ímóti Víkingi sunnudagin, segði Bill McLeod Jacobsen.










