Televarpið hevur lagt um og í tí sambandinum hava tey gjørt, sum tey halda vera frægast.
Tað sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum, eftir fleiri fólk hava klagað um, at Televarpið, av sínum eintingum, hevur flutt tey í ein sjónvarpspakka, sum liggur nærmast tí pakkanum, tey vóru í.
- Vildu fólk tað øðrvísi, skuldu tey sjálvi seta seg í samband við Televarpið.
- Vit gjørdu, sum vit hildu vera frægast og vit høvdu verið noydd at broyta prísirnar undir øllum umstøðum, sigur stjórin.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran í Televarpinum forklára støðuna.
Les eisini: Fólk klaga um Televarpið