Vit vísa okkara virði í verki

Vit hava alla tíðina fyri eyga, at fólk skulu vera so sjálvbjargin sum gjørligt

- Hvønn einasta dag vísa vit í verki, hvørji vit eru.

Tað sigur Majbritt Mohr, sum er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.

 

Í dag er altjóða heilsurøktaradagur og tað hátíðarheldur felagið í Føroyum saman við øllum limalondunum í EPN-samstarvinum, sum er European Council of Practical Nurses.

Í hesum sambandi gera tey vart við arbeiðið og førleikarnar hjá heilsurøktarum. Hon sigur, at heilsurøktarar hava eina holla vitan um nógv viðurskifti.

 

Les eisini: Evropeiskur heilsurøktaradagur

 

Majbritt Mohr sigur, at tað er ein trupuleiki í Føroyum, at tað eru so fá fulltíðartørv.

- At kalla øll størv, sum verða lýst leyst eru avmarkað arbeiðstíð og tað er ein stórur trupulleiki, sigur hon.

Men samstundis heldur hon at tað er harmiligt, at førleikarnir hjá heilsurøktarum verða ikki brúktir í nóg stóran mun.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Majbritt Mohr greiða frá.