Tað eru nú trý ár síðani, at Sveinur Høgnason fór undir royndir at turka fisk. Og tað tók rættiliga drúgva tíð, áðrenn hann fann fram til rætta teknikkin at turka rætta fiskaslagið.
- Tað eru trý ár síðani vit byrjaðu, men hetta seinasta árið hava vit so framleitt rættiliga støðugt, sigur Sveinur Høgnason.
- Tað hevur tikið okkum tvey og eitt hálvt ár at koma fram til vøruna, sum vit hava í dag. Vit hava nú eina góða vøru, sum vit eru væl nøgdir við, sigur Sveinur Høgnason.
Og vøran, sum Sveinur Høgnason hevur funnið fram til, er hýsa.
- Tað vísir seg at vera besta fiskaslagið til turran fisk, sigur hann.
Rávøruna keypa teir á fiskamarknaðinum og hagreiða hana sjálvir.
- Vit keypa hýsuna sum rundan fisk og skera hana sjálvir. Vit keypa eisini eina ávísa stødd, sum er hóskilig at turka. Verður fiskurin ov stórur, er trupult at fáa hann turran ígjøgnum, sigur Sveinur Høgnason.
Arbeitt verður í tørnum á turkivirkinum í Skopun.
- Tá vit skera og leggja inn í turkiklivarnar, plaga vit at vera eini sjey fólk. Meðan turkingin fer fram, er bara eftirlit við fiskinum, men tá vit so buka og pakka, eru vit aftur fleiri, sigur Sveinur Høgnason.
Hann sigur, at turkingin tekur millum seks og átta dagar alt eftir, hvussu rak ella feitur fiskurin er.
Turkingin fer fram undir framkomnum viðurskiftum.
- Vit brúka viftir og hita at turka við. Vit hava eisini roynt at turka við útiluft, og tað riggar eisini væl hesa tíðina av árinum, sigur eigarin av turkivirkinum í Skopun.
Selja um alt landið
Tað hevur sum nevnt tikið nakað av tíð at finna fram til røttu framleiðsluna; tað hava teir so tó gjørt nú, og vøran verður væl móttikin av keyparanum.
- Tað hevur gingið væl at sloppið av við fiskin, tað hevur als ikki verið nakar trupulleiki. Tú skuldi annars trú, at tað fór at ávirka, nú keypiorkan er minni, men tað hava vit als ikki lagt merki til, í hvussu er ikki enn, sigur Sveinur Høgnason.
Hann sigur, at teir frá fyrstan tíð av bara hava hugsað í traditionella turkaða fiskinum, og at royndirnar umfataðu hýsu, tosk og upsa. Og tað endaði so við, at teir løgdu seg á hýsuna, sum var mett best egnað til turran fisk.
Og mest sum øll vøran verður seld í Føroyum.
- Ein lítil partur er farin uttanlands, men tað hevur mest verið royndir. Restin hevur verið seld í Føroyum, sigur Sveinur Høgnason.
Vikið – sum eitur Sp/f Skerið – selur sjálvt sínar vørur.
- Vit koyra sjálvir runt og selja, og vit koyra eisini vøruna út sjálvir, so talan verður ikki um nakað millumlið, sigur Sveinur Høgnason.
Selt verður um so at siga alt landið.
- Tað stendur ikki á at sleppa av við vøruna. Vit hava eina framleiðslu, sum kundin er glaður fyri, sigur Sveinur Høgnason.
Teir merkja ikki so nógv til kapping uttanlands frá.
- Sjálvandi síggja vit útlendskan turran fisk, tá vit koma út í handlarnar, men teir keypa eisini okkara framleiðslu, sjálvt um teir hava íslendskan fisk liggjandi, sigur Sveinur Høgnason.
Hann ivast ikki í, hvat teir vinna uppá í kappingini við útlendska fiskin.
- Vit hava ein góða vøru, og eg haldi, at kundin er sinnaður at gjalda fyri hana, sigur Sveinur Høgnason.
Hava ætlanir um víðkan
Sum er verður so at siga alt selt í Føroyum, men arbeitt verður við ymsum ætlanum um at flyta út turran fisk.
- Vit hava kannað marknaðin uttanlands, og vit hava eina ætlan, sum umfatar útflutning, og hava funnið áhugaðar keyparar. Vit umhugsa nú at fara í gongd við hetta innan fyri tað komandi hálva árið ella so, sigur Sveinur Høgnason.
Turkiorkan á virkinum liggur um eini 60 tons av rundum fiski um árið, sum svarar til áleið seks tons av lidnari vøru.
- Fara vit undir útflutning, verða vit eisini noyddir at økja um framleiðsluna, og harvið um turkiorkuna, sigur Sveinur Høgnason.
Hann ivast ikki í, at virkið fer at sleppa av við alt tað, teir megna at framleiða.
- Vit hava funnið en marknað, har eftirspurningurin er ógvuliga stórur, so stórur, at vit ongan møguleika hava at metta marknaðin, men møguleikin er so at fáa ein part av honum, sigur Sveinur Høgnason.
Hann heldur, at tað sær gott út við framleiðsluni, sum teir hava havt lætt at sleppa av við.
- Eg haldi ikki útlitini eru broytt at teirri fíggjarkreppu, sum er í heiminum, sigur Sveinur Høgnason.
Føroyingar eta turran fisk uttan mun til kreppu, eins og teir halda fram at eta tvøst og spik hóast ávaringar um heilsuvanda.
Mugu bara bíða
Stjórin í Sp/f Skerið er rættiliga tigandi um, hvørjar marknaðir hann hevur fest eyguni á uttanlands og vil bara siga, at teir hava hugt at fleiri marknaðum, og at ein tykist serliga lovandi.
Sama ger seg galdandi við turkiklivunum, har hann heldur ikki hevur áhuga í, at nakar kann lesa turkiteknikkin av.
- Hetta er nakað eg havi brúkt meira enn tvey ár um at menna, so eg havi ikki áhuga í, at onkur bara kann kopiera hetta, sigur hann.
At virkið liggur í Skopun og burtur frá meginøkinum, er heldur eingin trupulleiki sum so.
- Tað hevði sjálvandi verið lættari, um tað var fast samband, tað sigur seg sjálvt, men tað hevur gingið rímiliga væl eftir umstøðunum, sigur Sveinur Høgnason.
Sum øll onnur á Sandoynni hevur eisini stjórin í Sp/f Skerið sína meting um týdningin av einum undirsjóvartunli.
Tað hevði sjálvandi havt stóran týdning fyri okkum og fyri oynna sum heild. Virðið á ognunum hjá fólki hevði eisini vaksið, eins og man kundi ímynda sær, at fyritøkur aðrastaðni frá fluttu í Sandoynna, sigur Sveinur Høgnason.
Hann heldur tó ikki, at tað er nøkur beinleiðis forðan, at tunnilin ikki er komin enn.
- Nei, tað vil eg ikki siga. Tað var jú eingin tunnil, tá vit byrjaðu virkið, so á tann hátt er eingin broyting. Men sjálvandi hevur hann stóran týdning, tó at vit ikki kunnu gera nógv annað enn at bíða eftir honum, sigur Sveinur Høgnason, stjóri í Sp/f Skerið í Skopun.