? Vit vinna á Ólavsøku!

?Vit eru væl nøgdar eftir róðurin í dag. Vit róðu ikki so væl sum vit kunnu, men nú eru vit 4 stig frammanfyri Blik, so tað er bara gott. Vit vistu iki hvat nummar vit vóru, táið vit komu inn. Marina, róðursmaðurin, segði, at tað var javnt ímillum bátarnar, men hon roknaði við nr 2 ella nr 3. Vit sóu at Blikur var aftanfyri, og vit vóru ræðuliga glaðar, táið vit hoyrdu hvussu langt tað var ímillum okkum, sigur Anna Høgnesen.
Hon sigur, at venjingin komandi 7-10 dagarnar verður mega strævin, og so fara tær at trappa eitt sindur niður áðrenn Òlavsøkuna.
? À òlavsøku skulu vit vinna. Tað skal ganga suverent!