Stóra umhvørvisráðstevnan í Keypmannahavn varð sett mánadagin, men Annika Olsen, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, fór kortini ikki til Danmarkar at luttaka á stevnuni fyrr enn í dag.
- Ta fyrstu vikuna fara samráðingar fram á embætismannastigi, meðan tær politisku samráðingarnar verða aðru vikuna av ráðstevnuni, sigur Annika Olsen.
Sum hon hevur frætt frá sínum embætisfólkum, ganga samráðingarnar væl, og andin er positivur.
- Embætisfólk úr Føroyum, Grønlandi og Danmark hava prátað saman, og tað verður lurtað í stóran mun eftir hinum pørtunum í Ríkinum, so tað er ógvuliga gleðiligt her at byrja við, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan hevur eisini frætt um tíðindini í gjár um, at USA saman við teimum ríku londunum hava gjørt eina undirhonds avtalu og hildið tilafturskomnu londunum uttanfyri.
- Tað er komið fram, og talan er um eitt notat, ið er likið út, men tað er ikki vist, at hetta verður nakað endaligt. Nógv kann broytast undir einum fundi, og tað er eingin ivi um, at eisini hatta verður broytt, sigur Annika Olsen.
Stór ráðstevna
Heilt fram til beint undan stóru ráðstevnuna í Keypmannahavn var Connie Hedegaard umhvørvismálaráðharri í Danmark, men hetta fekk ein bráan enda, tá hon varð útnevnd til umhvørviskommiser í ES, og politiskt óroynda Lykke Friis tók yvir.
Annika hevði annars havt nógv samskifti við Connie Hedegaard upp undir ráðstevnuna.
- Sjálvandi er tað ørkymlandi at danir skifta ráðharra so tætt upp undir ráðstevnuna, men eg havi havt telefonfund við Lykke Friis um okkara støðu at verða sjónlig í avtaluni. Og tá eg tosi um at verða sjónlig merkir tað, at Føroyar verða nevndar í avtaluni við tí niðurskurði, sum er samtyktur í Løgtinginum við 20% í mun til støðið í 2005. Tað er tað, vit fara at krevja, tá avtalan vónandi kemur í hús í næstu viku, sigur Annika Olsen.
Umhvørvisráðstevnan er bæði stór og týdningarmikil, og nógv hevur verið tosað og gitt um leiklutin og støðuna hjá USA í hesum sambandi.
- Tað nýggja er, at Obama, forseti, hevur fingið fríar ræsir at koma við einari útmelding. Hann hevur ikki nakra samtykt í senatinum aftan fyri seg, men útmeldingarnar í seinastuni hava verið ógvuliga positivar. Tað er kortini ilt at meta um í løtuni, hvør teirra niðurskurður verður, sigur Annika Olsen.
Føroyar sjónligar
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum fer á ráðstevnuna við einum miðvísum máli og einum samdum Løgtingi aftan fyri seg. Og tí er tað við góðum treysti, at hon fer á ráðstevnuna.
- Vónirnar eru altíð góðar, men eg skilji á lagnum, at Lykke Friis hevur svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal í Fólkatinginum, at tað er ógvuliga óvist, um tey 20 prosentini koma at standa í skjølunum, og tað er sjálvandi ikki nóg gott. Um Føroyar skulu standa í skjølunum, so skal tað verða við tí niðurskurði, vit hava samtykt, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tey alla tíðina hava gjørt greitt, at tað kemur ikki upp á tal at gera eitt sokallað byrðibýti aftan á, men at føroyska átakið og niðurskurðurin veður nevndur beinanvegin soleiðis, at tað er avklárað framman undan.
- Viljin hevur alla tíðina verið til staðar, men tað eru ongantíð nøkur ítøkilig úttalilsi komin um, at Føroyar skulu verða nevndar so ella so. Men andin hevur verið positivur, at alt verður gjørt fyri, at Føroyar skulu gerast sjónligar, sigur Annika Olsen.
Hon sigur tó, at sjónliggerð fevnir vítt, og tá vit tosa sjónliggerð er tað við teimum niðurskurðum, sum Løgtingið hevur samtykt.
- Tað er sjálvandi tað, vit vilja hava, tí Føroyar eru ikki ein partur av ES og Føroyar eru ikki Danmark, Føroyar eru Føroyar. Og tí er tað av stórum týdningi, at atlit verður tikið at okkum og tí, ið vit megna at gera. Tí er tað umráðandi, at Føroyar standa við sínum politikki og við okkara niðurskurði, tí tað er nakað, vit meta realistiskt og nakað, vit hava sett okkum fyri at gera, sigur Annika Olsen.
Týdning við ávirkan
Undanfarni danski umhvørvismálaráðharrin var kvinna og tað er nýggi ráðharrin eisini, men er tað ein fyrimunur ella ein vansi hjá Anniku Olsen.
- Eg hugsi vanliga ikki í kynum, men eg havi eina ógvuliga positiva kenslu av nýggja umhvørvismálaráðharranum, Lykke Friis. Hon virkar ógvuliga skilagóð og hevur verið ógvuliga positiv mótvegis føroyingum, og eisini tað, at hon leggur stóran týdning í at hava ein fund beinanvegin, eg komi til Danmarkar. Tað er í hvussu er eitt ógvuliga positivt útgangsstøði, eg havi at bera henni, sigur Annika Olsen.
Tað týdningarmesta á ráðstevnuni fyri føroyska umhvørvismálaráðharran er, at Føroyar verða nevndar í endaligu avtaluni, men hvat skal til, fyri at hetta skal henda?
- Tað fyrsta, ið skal til, er, at vit á embætismannastigi sleppa fram at teimum tekstuppskotum, ið verða gjørd, og tá hugsi eg sjálvandi um tey tekstuppskot, ið hava við Føroyar at gera, sigur Annika Olsen.
Hetta heldur hon er av týdningi fyrst og fremst, og tað er eisini tí, hon mótvegis nýggja danska umhvørvismálaráðharranum hevur undirstrikað týdningin av, at Føroyar ikki bert hava eina eygleiðarastøðu, men sleppa fram at og ávirka tey tekstuppskot, ið verða gjørd.
- Um vit so ikki sleppa fram at mikrofonini er ein annar spurningur, men í hvussu er við viðurskifti, sum hava við Føroyar at gera hevur tað týdning, at vit eisini á embætismannastigi sleppa fram at. Og sjálvandi fari eg at taka føroysku áhugamálini upp við danska umhvørvismálaráðharran, tað er eingin ivi um tað. Tað eru tey somu sjónarmiðini, vit hava ført fram alla tíðina, og tey standa vit fast við, sigur Annika Olsen.