Síðan steypafinaluna hava tær eisini vunnið allar sínar dystir, og tað við lít. Tær hava skumpa alla mótstøðu til viks, uttan stórvegis hóvasták, og hava veruliga reist seg eftir óhepnu finaluna, tá onki eydnaðist.
Vit fingu orðið á liðforkvinnuna hjá SÍ, og spurdu hana um ymiskt viðvíkjandi oddabrakinum.
Hvat vænta tit tykkum av dystinum?
- Vit fara eftir sigrinum sjálvandi, og vit eru sera uppsettar at vísa, at undanfarnir dystir móti ÍF hava verið mistøk, og at vit eru førar at spæla væl betur.
Hvat skal til fyri at vinna á ÍF?
- Vit mugu sláa kalt vatn í blóðið, og útihýsa øllum tí negativa tankunum. Heldur skulu uppala tað positiva frá kappingarárinum, og draga fram tað besta av tí besta. So er bert eftir at vóna at tað fer at røkka.
Hvussu er hópurin fyri?
- Vit eru allar tøkar, og hóast Heidi Christiansen hevur drigist við ein knæskaða, verður hon tøk at kempa saman við liðfeløgum sínum.
Kempa vit allar saman, og spæla ein góðan dyst, og innsatsurin er góður, so eri eg nøgd, sigur liðforkvinnan á unga SÍ liðnum, Karin Mikkelsen.