Vit vilja skapa trivnað og tryggleika

Høvuðsbroytingin í nýggju skattaskipanini verður, at fáa størri samhaldsfesti í inngjaldinum. Í dag eru alt ov nógv, sum ikki gjalda til felagsskapin og fortreytin fyri at varðveita vælferðina er, at øll mugu verða við til at bera
(Brot úr formansrøðuni hjá Aksel V. Johannesen á landstevnu í vikuskiftinum)

At vera javnaðarfólk er at ynskja frælsi og tryggleika. Frælsi og tryggleika at virka í gerandisdegnum. Frælsi og tryggleika, so vit øll hava møguleikan at gagnýta okkara viðføddu gávur og fremja okkara dreymar.

Persónligt frælsi virkar tó bara í felagsskapi. Tað er felagsskapurin, sum gevur frælsinum innihald. Uttan felagsskapin, so er frælsi einans fyri tey fáu, og ikki fyri øll.

Hesar grundsúlur eru savnandi fyri okkum javnaðarfólk og hava røtur heilt aftur í fronsku kollveltingini.

Saman úr kreppuni
Hóast fleiri glottar eru at hóma á himmalhválvinum, so eru vit enn í einum búskaparligum aldurdali og stórt hall er á fíggjarlógini. Hóast ringasta kreppan tykist vera um at hasa av, so stríðast vit enn við avbjóðingar, sum komu í kjalavørrinum av kreppuni.

Javnaðarflokkurin ynskir at vaksa seg úr kreppuni. Vit vilja skapa búskaparvøkstur og menning. Vit vilja skapa trivnað og tryggleika, so fólkið, ið her býr, kann fjølgast.

Og vit hava eina greiða ætlan fyri hvussu vit fremja hetta mál.

Longu í hesum valskeiðinum vilja vit geva Húsalánsgrunninum møguleikan fyri at byggja íbúðarhús og standa fyri, reka og leiga út íbúðir og lestrarbústaðir. Við fænum í grunninum kann Húsalánsgrunnurin byggja 150-200 íbúðir kring landið beinanvegin. Kostnaðurin fer at vera á einum støði, so t.d. ungar familjur, lesandi og onnur, sum í dag búgva í kjallaraíbúðum, kunnu fáa ein virðiligan bústað.

Umframt at verkætlanin útvegar nakrar sera kærkomnar bústaðir, so setir hetta eisini gongd á byggivinnuna, ið enn bløðir.

Størri samhaldsfesti í skattingini
Í øðrum lagi hava vit brúk fyri einari skattaumlegging. Longu nú hava fleiri flokkar verið frammi og lovað ófíggjaðar skattalættar, men skilaleysar skattalættar kunnu vit ikki taka í álvara. Vit kunnu ikki lækkað inntøkurnar hjá landskassanum og samstundis varðveita grundleggjandi vælferðarskipanir.

Vi ásanna tó, at verandi skattaskipan hevur fleiri lýtir. Hon er ov einstáttað, tí lønarskatturin ber ov stóra byrðu. Vit hava ikki ráð til skattalætta, men vit kunnu gera eina skattaumlegging, sum fordeilir byrðarnar betri.

Í dag er skatturin á serliga lægri og meðalinntøkur ov høgur. Høvuðsbroytingin í nýggju skattaskipanini verður, at fáa størri samhaldsfesti í inngjaldinum. Í dag eru alt ov nógv, sum ikki gjalda til felagsskapin og fortreytin fyri at varðveita vælferðina er, at øll mugu verða við til at bera.

Ein annar týðandi lutur í umleggingini er at strika ella minka munandi um óendaligu røðina av undantaksreglum hjá vinnuni at gjalda til felagsskapin.

Føroyar telist millum tey lond í vesturheiminum, sum hevur lægsta partafelagsskatt, samstundis sum vit hava hægsta lønarskatt. Hetta er ikki rímiligt og tí fara vit at hækka partafelagsskattin eitt vet, so vit hava ráð til at lækka lønarskattin hjá vanliga løntakaranum.

Í okkara skattauppskoti skal heilsutrygdargjaldið, kringvarpsgjaldið, samhaldsfasti, og barsilgjaldi takast inn umvegis skattin. Lønarskatturin skal lækkast og barnafráfrátturin verður hækkaður, soleiðis at handverkarar, sjúkrarøktarførðingar, lærarar og aðrir bólkar við og meðalinntøkum koma at fáa ein lætta, sum svarar til fleiri túsund krónur um árið.

Útrokningar vísa, at hetta letur seg gera uttan at samlaðu skattainntøkurnar hjá landinum lækka.

Arbeiði til allar hendur
Ein stórur trupuleiki vit hava at dragast við, er stóra arbeiðsloysi. Fleiri av siðbundnu vinnunum eru í minking og stór arbeiðspláss hvørva. Hetta merkist serliga meint uttan fyri miðstaðarøkið.

Ein sterkur arbeiðsmarknaðarpolitikkur skal vera krummtappur í broytingargongdini, har siðbundnar vinnur, oftast við ófaklærdari arbeiðsmegi, dvína fyri nýggjum førleikakrevjandi vinnum.

Tey, ið verða rakt av broytingum eiga at koma inn í eina førleikamennandi skipan, sum ger tey før fyri at fóta sær og koma víðari. Eitt lágt arbeiðsloysi og góðar arbeiðsmarknaðarligar og sosialar skipanir eru málini. Ein fortreyt fyri hesum er ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur.

Javnaðarflokkurin vil, at politisku myndugleikarnir fara í eitt skipað trýpartasamstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um ein arbeiðsmarknaðarpolitiskan reform beinanvegin eftir komandi val.

Skattakrónurnar brúkast við umhugsni
Vit í Javnaðarflokkinum eru errin av teimum heitu hondunum úti í røktini, av kønu serlæknunum og sjúkrarøktarfrøðingunum sum bjarga limum og lívum á sjúkrahúsunum, av námsfrøðingunum og fólkaskúlalærarunum, sum hvønn dag eru um og menna okkara ríkasta tilfeingi – nevniliga børnini. Men vit mugu brúka hvørja skattakrónu við virðing og umhugsni.

Í teimum sosialdemokratisku Norðurlondunum hava vit eitt høgt skattatrýst, so vit kunnu veita almennar tænastur á høgum støði. Júst tí er tað ein serlig ábyrgd hjá okkum í Javnaðarflokkinum, at almenni geirin verður rikin effektivt og sum mest fæst fyri hvørja krónu.