– Vit vilja ongantíð doyggja er eitt nýtt undirhaldandi, festligt og jaligt tiltak, sum osar av góðum stemningi og góðum hýri.
Soleiðis skrivar Reinsaríið í Havn um tiltakið, sum verður annað vikuskiftið, 9. desember.
Niclas Heri Jákupsson er vertur, og fer hann at undirhalda við gomlum festligum Dynamit hittum og nýggjum sangum, sum hann hevur smíðað.
Millum sangirnar kemur Niclas Heri at kryddra kvøldið við stuttligum og undirhaldandi søgum.
– Líkamikið hvussu hýrurin er, tá áskoðararnir koma til tiltakið, so verður hýrurin við vissu nógvar ferðir betur, tá áskoðarnir fara út aftur, siga fyrireikarnir.
Tónleikarnir, sum fara at spæla saman við Niclas Hera hetta kvøldið, eru:
Magni Husgaard á keyboard/klaver,
Mikkjal Hvannastein á guitar/solo,
John Johansen á bass og kór
Henning Hjalt Nicodemussen á trummur.










