Vit vilja menna og framleiða

Sigur Árni Skaale, sum vann heiðurin sum Ársins Íverkseti í ár

Á Íverksetaradegnum í ár varð heiðurin ársins íverkseti latin Árna Skaale, stjóra í fyritøkuni Look North í Klaksvík. 

 

 

Árni Skaale greiðir frá, at hann ikki visti av, at hann var í uppskoti, og als ikki hevði væntað at heiðurin fór at verða latin honum, tí fyritøka hansara ikki er nýggj meir. Fyritøkan Look North hevur skjótt 17 ár á baki. 

 

 

Í røðu síni á degnum segði løgmaður, at ársins íverksetari, sum hevur fyritøku í Klaksvík, brennir fyri íverksetan og nýhugsan. Hann vil fegin geva ungum íverksetarum og skúlanæmingum møguleika at arbeiða við sínum hugskotum í hansara fyritøku. Hann er sonn fyrimynd og góður samstarvsfelagið fyri tey, sum arbeiða í og við íverksetan í Føroyum.

 

 

Árni Skaale sigur, at á Look North verðar alla tíðina miða í móti at royna okkurt nýtt, og fyritøkan hevur í endamálsorðing sett sær fyri, at gera fýra nýggjar vørur um árið. 

 

 

-Tað er ymiskt hvussu hetta eydnast, men vit ynskja miðvíst at menna og at framleiða og onki hugskot verður vrakað fyrr enn tað er gjølla kannað, sigur hann.

 

 

Árni Skaale leggur afturat, at hann er glaður fyri heiðurin, og serliga tí, at hann hevur sett Look North í sjónareykuna. 

 

 

-Nógvir føroyingar vita ikki hvat fyritøkan ger og hvat hon framleiðir, hesin heiðurin er eitt herðaklapp og hevur eksponerað okkum. Síðani vit vunnu heiðurin hevur onkur kundi ringt til okkara, tí viðkomandi arbeiðir við einum projekti og visti ikki av, at tað sum honum tørvaði kundi framleiðast í føroyum, sigur hann.