Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) var fyrrapartin á fundi við Rættarnevndina. Rune Bro Róin umboðaði felagið á fundinum, og hann gjørdi nevndini greitt, at felagið vil í gongd sum skjótast.
Við honum var eisini Finn Danberg, nevndarformaður í Føroya Lívstrygging. Tað er ikki av tilvild, tí hesir báðir standa aftanfyri felagið P/F Eysturoyartunnilin, sum skal standa fyri arbeiðnum.
CIP eigur umleið 80 prosent av P/F Eysturoyartunnilin, meðan LÍV eigur írestandi 20 prosentini. Í fyrstu atløgu er partapeningurin fimm milliónir krónur, men ætlanin er tó at hækka hann so við og við. Sum in.fo skilir, so er talan um at P/F Eysturoyartunnilin lænir pengar frá CIP, sum hevur seks milliardir krónur úr PensjonDanmark at arbeiða við. Eisini er ætlanin, at Føroya Lívstrygging lænir felagnum pengar.
Íløgan í Eysturoyartunnilin er mett til onkustaðni millum 1,1, og 1,2 milliard krónur.
Rættarnevndin hevði tilsamans 18 spurningar til Rune Bro Róin og Finn Danberg.
Nevndin sleppur tó ikki at síggja sáttmálan millum CIP og Innlendismálaráðið, uttan at nevndarlimirnir samstundis binda seg til tagnarskyldu. Sum in.fo skilir, so hevur enn eingin løgtingslimur tikið av.
Rune Bro Róin hevði tó eitt eintak av sáttmálanum við sær í taskuni, tá hann fór á fund við Rættarnevndina.
Sambært lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard fær privata felagið einkarætt fram til 31. desember 2018 at lata inn eitt forprojekt um Eysturoyartunnilin. Harfrá hevur felagið tvey ár til at koma ígongd.
Eftir fundin við Rættarnevndina vildi Rune Bro Róin ikki útgreina, hvussu teirra tíðarætlan sær út.
- Vit ætla okkum í gongd skjótast gjørligt, segði Rune Bro Róin uttan tó at seta dato á.
Upprunaliga skuldi sáttmálin við Innlendismálaráðið undirskrivast 27. juni. Men eftir politiskt trýst var dagurin útsettur til 1. september.
Rune Bro Róin vil ikki svara, hvat hendir, um málið dregur út og undirskriftirnar ikki verða settar á sáttmálan í seinasta lagi 1. september.
Hoyr samrøðu við Rune Bro Róin við at trýsta á pílin undir myndini.