Vit vilja fegin hava - men vit vilja ikki lata

- Vit vilja fegin njóta fyrimunirnar av altjóða samstarvi, men vilji eg ikki til at lata nakað afturfyri

Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum, og við slíkum ríkidømi  fylgja eisini nakrar skyldur.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum

Kristina Heðinsdóttir Clementsen, sum hevur havt sæti á tingi, hevur spurt hann, hvat føroyingar ætla at gera við flóttafólkaspurningin.

Poul Michelsen sigur, at tær skyldur, vit hava, sum eitt av heimsins ríkastu londum, er ikki bara mótvegis okkara egnu borgarum. Vit hava eisini ein altjóða, moralska skyldu, sum partur av heimssamfelagnum.

Hann ásannar, sum øll onnur, hava vit eisini okkara avbjóðingar at loysa.

- Men vit kunnu rætt og slætt ikki loyva okkum at hugsavna okkum um Føroyar aleina, sigur landsstýrismaðurin.

- Tíverri haldi eg, at vit, frá almennari síðu, í ov stóran mun hava haft lyndi til at gera tað.

- Føroyar eru, um vit vilja tað ella ikki, partur av einum samantvinnaðum heimssamfelagi, hvar øll, smá sum stór, hava ábyrgd at lyfta eftir førimuni.

- Tað haldi eg ikki vit frá almennari síðu í nóg stóran mun gera í dag. Fyri at siga tað eitt sindur fýrakantað, haldi eg, at vit í Føroyum duga í so væl at njóta rættindi og ágóðar, sum altjóða samstarv og heimurin kring okkum hava at bjóða. Tá tað hinvegin kemur til at lata nakað afturfyri, skortar viljin í ov stóran mun, sigur Poul Michelsen.

 

Hann heldur, at støðan er nógv øðrvísi, tá ið tað snýr seg um einstaklingar og hjálparfelagsskapir í Føroyum.

 

- Vit síggja ferð eftir ferð, at føroyingar, og vælgerandi felagsskapir í Føroyum, innsavna upphæddir, sum lutfalsliga eru nógv størri enn í øðrum londum.

 

Og hann heldur, at tað rákið eiga almennu Føroyar eisini at taka til sín.