Ferjurnar, Stena Saga og Color Festival, vórðu blokkeraðar av donskum lastbilaførarum í morgun. Talsmaðurin fyri lastbilaførararnar, Per Thusen, sigur, at teir vilja avbyrgja alt Danmark. Teir kunnu ikki liva við teimum bótum, teir fáa, um koyrt verður út um ásettu hvíldartíðina Stena Saga og Color Festival, sum báðar sigla millum Frederikshavn og Oslo, vórðu í morgun blokeraðar við bryggju í Frederikshavn. Løgreglan varð boðsend til at bróta blokaduna, og Helge Otto Mathisen í Color Line, sigur, at teir fara ikki at himprast við at boðsenda løgregluni at beina burtur ólógligu blokaduna.
- Vit kunnu slett ikki góðtaka, at ólóglig tiltøk blokera okkara havnir og raka okkara ferðandi.
Stjórin í Color Line, Jacob Jensen, sigur, at ferðafólk og bilar eru sloppin í land av ferjuni, Color Festival.
- Vit vóru noyddir at boðsenda løgregluni, sigur hann.
Sum skilst, var Stena Line harðari rakt undir blokaduni í morgun enn Color Line.
Tað eru lastbilaførarar í Danmark, sum nú eru farnir í holt við at blokera flutning av góðsi, meðan ferðafólk og persónbilar sleppa ígjøgnum blokadurnar.
Donsku lastbilaførararnir mótmæla herdu reglunum um hvíldartíð.
- Hetta snýr seg um hvíldartíðina og bøturnar, vit fáa, tá vit ikki yvirhalda hesa. Vit fáa nógvar bøtur fyri ting, sum einki hava við trygdina at gera, sigur talsmaðurin fyri lastbilaførararnar, Per Thusen.
Hann vísir á, at um ein lastbilaførari koyrir nakrar fáar minuttir yvir loyvdu tíðina, fær viðkomandi eina bót upp á í minsta lagi 3.000 krónur. Tríggjar ella fýra slíkar bøtur kunnu kosta koyrikortið.
- Tiltøkini eru ólóglig, og lastbilaførararnir brúka danska valstríðið sum høvi, sigur Helge Otto Mathisen hjá Color Line.
Donsku lastbilaførararnir siga, at 200 lastbilar nú standa klárir til at blokera alt Danmark.
- Allar ferjur og landamørk skulu blokerast. Alt Danmark skal avbyrgjast, sigur talsmaðurin hjá lastbilaførarunum, Per Thusen.
Lastbilaførararnir løgdu til rættist blokadur í Hirtshals um middagsleitið, í Grenaa nú klokkan 14 og í Padborg klokkan 20.
Aðrar havnir verða eisini blokeraðar, men útlendsku fjølmiðlarnir vita ikki rættiliga nær.










