Boys In A Band
Bólkurin vann Global Battle of the Bands og hevur verið á konsertferð í USA, Kanada og Evropa, men seinastu árini hevur akkurát einki verið at hoyrt frá teimum. Bólkurin hevði takkað fyri seg, og limirnir høvdu kastað seg út yvir aðrar verkætlanir. Í summar hevur bólkurin gjørt comeback – bæði við framførslum í Týsklandi, á G! og nú eisini á Summarfestivalinum.
Legends – Voices of Rock
Summarfestivalinum so líkt, so spola teir tíðina nøkur áratíggjur aftur, tá fýra nøvn, sum vóru nógv frammi í sjeyti- og áttatiárunum, trýna á pall undir navninum Legends – Voices of Rock. Tónlistarliga peikar tað ikki frameftir, men tað er tað ikki alt sum skal gera. Í øllum førum eru tað nógv, sum gleða seg til at hoyra Joey Lynn Turner, Bobby Kimball, Bill Champlin og Robin Beck.
Bros
Tað verður nostalgi fyri allar pengarnar, tá løgtingsformaðurin við bólki trýnir á pallin leygarkvøldið. Feðgarnir Jógvan og Bárður góvu fyri kortum fløgu út saman, og Bárður verður eisini við á pallinum, umframt at fleiri av upprunamanningini í Bros eisini verður við, tá tíðin verður spolað aftur í áttatiárini og løg sum ”Nú er summartíðin gylta” og ”Børn spæla sær á sandi” ljóma yvir Vágsbø.
JENS MARNI
Dámligi kollfirðingurin hevur neyvan verið betri fyri sum tónleikari, enn hann er júst nú. Saman við Bon Jovi var Jens Marni við at fylla Parkina í Keypmannahavn, har hann hitaði upp fyri rokkstjørnuna. Nú skal hann so rokka Vágsbø við egnum bólki – og lítið er at ivast í, at tað er ein uppgáva, sum hann megnar væl og virðiliga.
URBANUS
Urbanus Olsen fer einsamallur á pall á heimavølli, tá hann skal undirhalda í tjaldinum fríggjakvøldið. Fleiri kenna hann frá The Ghost, frá tónleikinum hjá Swangah og við remixum av eitt nú Guðrun Pætursdóttir, Benjamin, USO og Alphabeat, men nú verður altso høvið at uppliva hann einsamallan, tá hann við einum braki av einum elektroshowi fer at blása tjaldið um koll.
ANNIKA HOYDAL
Hetta verður fyrsta ferðin, at Annika Hoydal spælir á Summarfestivalinum. Leygarkvøldið fer ein av landsins størstu songkvinnum á landsins størsta pall, og lítið er at ivast í, at Vágsbøur fer at taka undir við henni, tá hon trívur í mongu sangirnar, sum hon hevur lagt rødd til og gjørt til landaplágur og fólkaogn.
KIM LARSEN
Høvuðsnavnið á ársins festivali passar sum fótur í hosi til teirra konsept. Eitt stórt og kent navn, sum føroyingar flestir kunnu syngja við til. Hetta er ikki fyrsta ferðin, at danska tjóðarskaldið vitjar í Føroyum, men ongantíð áður hevur hann framført á so stórum palli her, og ongantíð áður fyri so stórari fjøld, sum roknast kann við á Vágsbøi.
TÝR
Føroya størsti rokkbólkur endar framførslurnar á stóra palli. Tað eru longu nógv ár síðani, at bólkurin vann sær altjóða viðurkenning – eisini millum heimskendar tónleikarar. So seint sum í vár gav oddamaðurin í Metallica, James Hetfield, til kennar, at hann var púra burtur í føroyska víkingarokkinum. Tað eru stór orð og tað er lítið at ivast í, at tað eisini verður stórt á Vágsbøi, tá Týr hevur eina av sínum fáu framførslum í Føroyum.









