Vit verja okkara limir til tað síðsta

- Vit ætla at gera tað, vit kunnu fyri at forða fyri at okkara limir í Kringvarpinum verða kastibløkur í einum stríði, sum tey eru púra ósek í, sigur Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum

 - Tað eru ikki vit, sum hava gjørt ósemjuna um starvsfólkið í Kringvarpinum til eitt stríð ímillum tvey fakfeløg.

Tað staðfestir Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk.

Hon sigur tvørtur ímóti at tað hevur Starvsmannafelagið skyldina í.

Forkvinnan í Miðlafelagnum sigur, at tað, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt, er illa umhugsað, tí felagið krevur nú, at ein væl limur í Miðlafelagnum, sum fult lógliga hevur søkt og fingið starv í Kringvarpinum, nú skal missa tað aftur, hóast hann er væl skikkaður til starvið.

Talan er um ein journalist, sum skal byrja í Kringvarpinum 1. februar.

- Tá ið Starvsmannafelagið setti hetta kravið fram og blandaði starvssetanina og uppsagnirnar saman, gjørdi felagið tað samstundis til eitt stríð ímillum tvey fakfeløg.

Hon endurtekur, at Miðlafelagið fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at ein limur í felagnum skal missa eitt starv, hann er settur í.

Men hvørji stig felagið fer at taka, fær hon ikki sagt nakað um enn.

- Hendir tað, at hann missur starvið aftur, er ein nýggj støða, sum vit taka til viðgerðar, tá ið trupulleikin er íkomin. Hendir tað, fara vit at viðgera, saman við løgfrøðingi, hvørjar møguleikar vit hava, men tað skal ongin ivi vera um, at vit stuðla okkara limi til tað síðsta og vit fara at gera, tað, vit kunnu, fyri at verja hansara áhugamál.


Hava mótmælt harðliga

Anna V. Ellingsgaard sigur, at tekur ein nýggj støða seg upp, fer Miðlafelagið at taka støðu til, hvat er mest ráðiligt at gera, so at ikki fleiri fólk í Kringvarpinum verða kastibløkur í einum spæli, sum tey annars eru púra ósek í.

Men tað, sum Starvsmannafelagið førir fram, er, at Kringvarpið kundi latið vera við at sett starvið fyri á tann hátt at sloppið undan uppsagnum?

- Tað er ein spurningur, sum leiðslan á Kringvarpinum má svara fyri. Vit hava harðliga mótmælt uppsagnunum og tað standa vit við. Men vit standa eisini við okkara stuðul til ein av okkara limum, sum fult lógliga hevur søkt og fingið eitt starv.

Í Starvsmannafelagum eru tey vónsvikin av, at Miðlafelagið beinleiðis heitir á journalistar og fotografar í Kringvarpinum um at melda seg úr Starvsmannafelagnum.

- Tað er eitt gamalt mál, tí Miðlafelagið hevur leingið roynt at savna øll fjølmiðlafólk í landinum í eitt felag fyri fjølmiðlafólk burtur av.

- Vit standa fast við, at journalistiska fakið er nakað serligt, tí tað er ein spurningur um at vera óheftur og tað kann verða ein trupulleiki, tá ið journalistar eru limir í fakfelagnum.

- Journalistar skulu ikki vera tengdir at øllum møguligum áhugamálum. Skal ein journalistur viðgera Starvsmannafelagið kritisk, slepst ikki undan, at tað er ein trupulleiki, tá ið hann sjálvur er limur í felagnum.

Les eisini greinina: Kríggj ímillum fakfeløg um starvsfólk Kringvarpinum