Hetta síðsta árið er, frá oktober í fjør til oktober í ár, vaks fólkatalið í Føroyum 875 fólk.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,7 prosent.
Hetta seinasta árið eru sostatt 595 fleiri fólk til Føroyar enn tað eru flutt úr Føroyum, og samstundis er 280 fleiri børn fødd enn tað vóru fólk, sum doyðu.
Gongdin vísir, at um ársskiftið 2013 og 2014,vóru 48.300 fólk í Føroyum, men nú eru vit 51.949 í tali.
Hesi fimm árini er fólkatalið alsamt vaksið og í miðal er fólkatalið vaksið næstan 75 fólk um mánaðin, og tað er einki sum bendir á, at gongdin fer at venda.