Fótbóltur
Hóast greiða 3-0 tapið leygardagin, so ivast Sir Alex ikki í, at hann og Manchester United væl kunnu standa seg í kappingini við Chelsea um eitt ár.
Vit eru sera uppsettir til at geva Chelsea ein skarpan gang, og vit verða heilt víst partur av oddastríðnum.
Ferguson hevur áður sagt, at bæði hann og Arsene Wenger hava arbeitt meira langsiktað enn Mourinho, sum støðugt hevur kunnað keypt stjørnuspælarar fyri milliardirnar hjá Roman Abramovich.
Tann møguleikan hava vit ikki havt, og tí hava vit arbeitt nógv við at fáa góðar ungar spælarar til felagið. Tað haldi eg eisini hevur eydnast rættiliga væl, og í ár hava vit sæð, at okkara lið er um at vera í hæddini aftur. Og komandi ár rokni eg altso við, at vit kunnu vera við til allar seinasta sparkið á kappingarárinum, heldur Aex Ferguson.










