Sørvingar hava gott sjálvsálit undan steypafinaluni hjá monnum í flogbólti í dag. Sørvingar eru greitt á odda í landskappingini, og alt bendir á, at teir fyri fyrstu ferð í søgu felagsins gerast føroyameistarar í mansflogbólti. Gongur tað sum liðskiparin hjá SÍ, Jón Nielsen, ætlar, so gerast sørvingar greipuvinnarar í ár, nú felagið fyllir 100 ár, og fyrsta stigið til at røkka tí málinum er at gerast steypavinnari í dag.
Koyrir væl í løtuni
- Vit eru ómetaliga væl fyri í ár, og tað koyrir ótrúliga væl hjá okkum í løtuni, sigur Jón Nielsen. Sjálvur hevur Jón verið á besta liðnum hjá SÍ í nógv ár, og hann er ikki í iva um, at liðið, sum sørvingar hava í ár, er tað besta liðið, ið teir nakrantíð hava havt.
- Vit hava góða rutinu, góða breidd, og sjálvsálitið hjá okkum hevur ongantíð verið so gott sum nú. Skulu vit gerast steypavinnarar, so er árið í ár tað rætta, tí vit hava ongantíð verið betur fyri, sigur Jón Nielsen.
Fólk flest siga, at sørvingar eru greiðir favorittar undan finaluni, og tann leiklut hevur Jón einki ímóti at hava. ? Tað verður ofta sagt, at tað er so keðiligt at verða favorittur, men vit átaka okkum fegnir tann leiklut. Eg haldi eisini, at vit í ár hava mentalu yvirvágina á klaksvíkingum, tí vit hava vunnið allar dystirnar ímóti teimum í hesum kappingarárinum, sigur liðskiparin hjá SÍ.
Spurdur hvat skal til, um SÍ skal vinna dystin, sigur Jón Nielsen: - Skulu vit vinna, so er tað neyðugt, at vit sleppa at spæla okkara spæl. Tað vil siga, at vit spæla í høgum tempo, hægri enn hvat hini liðini eru von við at spæla, tí so klárar Mjølnir ikki at fylgja við, sigur hann.
Fleiri bussar úr Sørvági
Leikararnir hjá SÍ hava ikki gjørt nakað serligt burtur úr fyrireikingunum til dystin í dag, og venjingin hevur verið sum vanligt. Men fólkini uttan fyri vøllin fara at gera nógv burtur úr í dag. Byrjað verður við, at tað verður morgunmatarborð í SÍ-húsinum, har fólk eisini verða málað, greiðir Jón frá. Nakað undan sjálvari finaluni fara tríggir fullir bussar av fólki til Havnar, so tað er lítið at ivast í, at sørvingar verða dyggiliga stuðlaðir av sínum bygdarmonnum í finaluni.
Jón Nielsen sigur, at árið í ár hevur verið serstakliga hugaligt, og at hugurin hjá monnum bæði at spæla og venja hevur ongantíð áður verið so góður.
Um SÍ í dag gerst steypavinnari, so hava teir bert fyri neyðini at vinna tveir dystir í landskappingini, áðrenn teir kunnu rópa seg greipuvinnarar, og tað hevði óivað verið besta føðingardagsgávan, ið felagið kundi ynskt sær.