Vit verða øll eygleidd

Tað er næstan ikki mark fyri, hvussu statir, stovnar, stjórar og onnur vilja sleppa at hava eftirlit við fólkum. Dátueftirlitið hevur seinastu tveir dagarnar verðið vertur fyri norðurlendskum dátueftirlitsfundi, har ymisk viðurskifti og spurningar, sum hava stungið seg upp í ymsu londunum seinasta árið, eru viðgjørdir.

Umframt umboð fyri Dátueftirlitið, vóru eisini umboð úr Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark. Føroyar hava luttikið á norðurlendska fundinum síðan 2004.

Fleiri áhugaverd evni vóru viðgjørd á fundinum í ár, eitt nú starvsfólkaeftirlit, eftirlit við vakmyndatólum, eftirlit við nýtslu av GPS, sosial netverk sum Facebook og onnur og elektroniskar sjúklingajournalir, ið fyri kortum er tiknar í nýtslu í Føroyum.

Niðanfyri prenta vit stuttar greinar um fleiri av hesum ymisku málunum, ið hava verið viðgjørd

Eftirlit

Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo




GPS til eftirlit við minnisveikum


Eitt av evnunum, ið norðurlendsku dátueftirlitini hava viðgjørt á fundinum í Føroyum, er nýtsla av GPS – Global Positioning System – til eftirlit av fólki og tingum.

Tað er føroyska Dátueftirlitið, ið tók hetta upp til viðgerð, eftir at tey hava fingið fleiri fyrispurningar um hetta í Føroyum, og tí hava fleiri mál, ið liggja og bíða eftir eini avgerð.

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum, greiðir frá, at tey tóku tað upp á hesum fundinum, til tess at fáa eina hóming av, hvørja støðu hini londini hava í slíkum málum.

- Í onkrum londum skilja tey millum, um tað er at seta GPS á fólk ella um tað er á lutir. Eitt nú kann tað verða góðtikið, um eitt arbeiðspláss setur GPS á bilin við tí fyri eyga at effektivisera raksturin. Men tá talan er um at seta GPS á fólk, so er man nógv meira afturhaldandi, greiðir Ingunn Eiriksdóttir frá.



Eftirlit ella umsorgan

Ingunn Eiriksdóttir greiðir frá, at í summum førum kann tað tó verða hent at nýta GPS til at halda eyga við fólkum, eitt nú innan ymisk serøki í forsorgini.

- Eitt nú til minnisveik fólk, sum blíva vekk og ikki finna heim, ella í psykiatriini kann tað verða hent at nýta. Men tá skilir man eisini millum, um talan er um umsorgan ella eftirlit.

Hon vísir á, at í Føroyum er tað í løtuni persónsupplýsingarlógin, ið fevnir um slík mál, og at tað als ikki er nøktandi.

- Í hinum londunum hevur man eina serliga lóg, ið regulerar hesi tingini. Í Føroyum er tað bara persónsupplýsingarlógin, ið fevnir um alt økið sum heild. Tað vil siga, at í Føroyum verður tað altíð ein metingarspurningur, har vit skulu viga persónligt frælsi upp móti tørvinum á umsorgan. Men vit eru sum heild rættiliga afturhaldandi á hesum økinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir.




Stjórar einki at gera í tínum tingum


Kim Ellertsen, stjóri í norska Datatilsynet, greiddi á fundinum hjá norðurlendsku dátueftirlitunum frá, at Noreg nú hevur fingið serliga lóg í gildi, sum staðfestir nakrar leiðreglur um, nær arbeiðsgevari kann fara inn at »róta« í tingunum hjá starvsfólkum.

- Í útgangsstøði er tín teldupostur tín egni. Tín arbeiðsgevari hevur einki við hetta at gera sum so. Tað er tín uppgáva sum starvsfólk at skilja millum, hvat er privat samskifti og hvat hevur týdning fyri arbeiðið ella arbeiðsplássið. Men er tú ikki har, so hevur arbeiðsgevarin ein lítlan rætt til at fara inn í tín teldupost eftir upplýsingum. Men so skal tá verða neyðugt fyri dagliga raksturin av felagnum, greiðir Kim Ellertsen frá.

Hann greiðir eisini frá, at ein onnur orsøk kann vera til at fara inn í teldupostin hjá starvsfólki, og tað er um grundaður illgruni er fyri at tú lekur út upplýsingar ella loynidómar hjá arbeiðsplássinum. Men eisini tá eru greiðar lógir um, hvussu farast skal fram.

- Er tú í feriu ella ikki á arbeiðsplássinum, skal tú hava boð áðrenn. Er tú ikki at hitta á nakran hátt, skal ein protokoll skrivast yvir alt sum verður gjørt, og helst skal eitt álitisfólk verða til staðar, tá stjórin fer inn á títt servarapláss ella inn í tín teldupost eftir upplýsingum, sigur Kim Ellertsen, stjóri á norska dátueftirlitinum.





Vilja greiða lógarspurning við Facebook


Er tú ikki á Facebook, er tú ikki til. Soleiðis er tilveran næstan blivin, og so vælumtókt er sosiala netverkið Facebook blivið, at næstan hvørt mannsbarn hevur eina vangamynd á Facebook.

Men alt er ikki bara dansur á rósum viðvíkjandi Facebook. Serliga er tað løgfrøðin handan Facebook, ið kann elva til høvuðbrýggj.

Facebook hevur nevniliga rættiliga nógvar treytir, ið tú skal góðtaka, tá tú fert á Facebook. Eitt nú gevur tú Facebook eina rúgvu av rættindum, til millum annað frítt at nýta ella geva víðari upplýsingar og myndir, ið tú leggur á Facebook, til ein triðjamann at nýta. Hetta letur seg gera, av tí at Facebook er heimahoyrandi í Kalifornia í USA, og tí virkar eftir teirri lógini.

Men ivamál hava stungið seg upp, hvør lóg er galdandi tá danskur, føroyskur ella annar brúkar, ið ikki er búsitandi í Kalifornia, ger sær eina vangamynd og leggur upplýsingar út á Facebook.

Hetta hevur nú fingið danska dátueftirlitið at seta seg í samband við Facebook, har tey vilja hava greitt spurningin, hvør lóg er galdandi, og hvørjar mannagongdir verða nýttar. Hetta hava tey ikki fingið svar uppá enn, men tá svar kemur, fer hetta væntandi at skapa fyridømi til hini norðurlondini, og harvið eisini Føroyar.