Vit verða klár til fyrsta apríl

Løgmaður tvíheldur um, at ósemjan ímillum samgonguflokkarnar um fíggjarlógina fyri næsta ár, er ikki størri enn tær plaga at vera og tí verður semja eisini funnin í ár

- Hetta er ikki øðrvísi enn tað plagar at vera!
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, dugur ikki at síggja, at ósemjan ímillum samgonguflokkarnar um fíggjarlógina fyri næsta ár, eru verri enn tær plaga at vera, tá ið fíggjarlógir skulu gerast.
Og hann ivast onga løtu í, at samgongan verður klár at leggja fíggjarkarmarnar fyri 2011 fyri Løgtingið tann 1. apríl, sum er seinasta evstamark.
Seinastu dagarnar hevur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum lagt sítt uppskot fyri samgonguna, har hann bæði mælir til sparingar og at avgjøld av ymsum slagi verða hækkað.
Hinvegin vil fólkaflokkurin ikki hoyra alan um at hækka avgjøld og í Rás2 í gjár váttaði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, at ósemjan ímillum samgonguflokkarnar er djúpari hesuferð, enn tær hava verið og hann vildi ikki útihýsa nývali.

Mótbrekkan er ikki so brøtt
Men alt hetta vil løgmaður ikki kennast við.
Hann váttar, at Fólkaflokkurin hevur gjørt sínar viðmerkingar til uppleggið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, men talan var ikki um eitt beinleiðis uppskot.
Men eins og Fólkaflokkurin hevur gjørt sínar viðmerkingar, hevur eisini Sambandsflokkurin gjørt sínar viðmerkingar
- Eg ivist ikki í, at tá ið samgonguflokkarnir seta seg saman, fara sjónarmiðini hjá teimum ymsu flokkunum at renna saman.
Hann er serliga styrktur í hesi trúnni eftir at Búskaparráðið legði sína frágreiðing fram í gjár.
- Frágráðingin vísir at glottar eru fyri stavn og at mótbrekkan er ikki so brøtt, sum vit hildu fyri einum hálvum ári síðani, sigur Kaj Leo Johannesen.
Búskaparráðið mælir til, at almennu útreiðslurnar mugu ikki hækka meiri enn 2% um árið tey næstu árini.
- Fyri einum hálvum ári síðani varð niðurstøðan, at almennu útreiðslurnar mugu lækka 2% um árið, so nú sær munandi ljósari út.
Harafturat skulu politisk tiltøk setast í verk fyri 100 milliónir um árið hesi næstu trý árini.
- Samstundis eru tekin um, at vøkstur er í búskapinum og endamálið er framvegis at hava javnvág á fíggjarlógini um nøkur heilt fá ár.

Sparingar og hægri inntøkur
Løgmaður sigur, at javnvágin skal fáast í fíggjarlógina bæði við sparingum, hækkandi inntøkum og við bygnaðarbroytingum.
Men hann vil ikki greiða frá smálutunum.
- Tað fara vit tríggir samgonguflokkarnir at finna semju um næstu tíðina, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvandi verður tað tórført, men viljin at finna semju er stórur og flokkarnir eru ábyrgdarfullur og kenna avbjóðingarnar, so hann ivast ikki í, at tað tað fer at eyndast.
- Tað eru nøkur helt fá, grundleggjandi viðurskifti, sum flokkarnir eru ósamdir um, men tað finna vit semju um. Men tað er greitt, at verður lorað onkra staðni, skal tað inn aftur eina aðrastaðni, tí talið á síðstu reglu skal passa.
Hinvegin leggur hann dent á, at tað verður ikki talan um at skerja heilsuverk, almannaverk, skúlaverk og aðrar grundleggjandi vælferðartænastur.

Mugu fylgja serfrøðini
Men nú hevur Fólkaflokkurin sagt kortanei til summi tilmæli frá Búskaparráðnum eitt nú tilmælini um at hækka avgjøld á vinnulív og á einstaklingar. Flokkurin sigur eisini kortanei til at avtaka sjómannafrádráttin.
- Tað er í lagi, at flokkarnir í útgangsstøðinum siga kortanei til ymisk tiltøk. Men vilja vit ikki fylgja serkunnleikanum, mugu vit eisini gera okkum greitt, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava.
Hann staðfestir eisini, at Fólkaflokkurin hevur sagt seg sinnaðan at leggja seg upp at tilmælinum hjá Búskaparráðnum.
- Tað fegnist eg um, tí nú vænti eg eisini, at Fólkaflokkurin ger tað, tá ið Búskaparráðið mælir til at hækka ymisk avgjøld, bæði hjá vinnulívinum og hjá meiniga borgaranum.
- Men nú er tað ikki sagt, at øll tilmælini hjá Búskaparráðnum verða sett í verk. Verða onkur tilmælið strikað, mugu onnur tiltøk setast í verk, sum geva tað sama fíggjarliga úrslitið, tí endaliga úrslitið á fíggjarlógini skal vera tað sama, sigur Kaj Leo Johannesen.
Les eisini greinina: Løgmaður stingur ikki halan ímillum beinini